Tíðindi
10.09.2024
Í Foreldrafelagnum Heimi og skúla, hvørs limir eru foreldraumboðini í skúlastýrunum kring landið, heldur formaðurin hesi seinastu árini, Janus Vang, at ein orsøk til tað er, at nógv ikki vita, hvør uppgávan hjá skúlastýrunum er, og hvørjar heimildir skúlastýrini hava.
Tað kann tykjast at vera løgið, at tað eftir so mong ár við skúlastýrum enn er óvissa um hesi viðurskiftini. Janus Vang heldur, at ein av orsøkunum er, at myndugleikarnir ikki hava brúkt nógva orku og tíð at kunna og skúla skúlastýrislimirnar.
- Tá ið tú verður vald ella valdur í eitt skúlastýri, er so at siga eingin kunning um, hvat tað er fyri at arbeiði, tú ert sett ellar settur at gera, og orðingarnar í fólkaskúlalógini eru ikki serliga neyvar. Tí er tað mangan upp til skúlastýrislimirnar sjálvar at seta seg inn í, hvat tað í roynd og veru vil siga at vera í einum skúlastýri, ella til skúlastjóran á staðnum at kunna skúlastýrislimirnar. Tað sýnist eisini sum, at nógvar misskiljingar eru um, hvørjar uppgávurnar og heimildirnar eru, bæði millum skúlastýrislimir og skúlastjórar, tað vil siga, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. Skúlastjórin er til dømis skrivari í skúlastýrinum og hevur ikki atkvøðurætt. Vit síggja, at tað er ógvuliga ymiskt kring landið, hvussu skúlastýrini virka. Vandin kann vera, at verður óvissan um uppgávurnar hjá skúlastýrinum ikki ruddað av vegnum, verður skúlastýrið passivt. Men ómakar mann sær at seta seg inn í, hvørjar uppgávurnar og hvør ábyrgdin er, so sær mann skjótt, at skúlastýrini hava ein stóran leiklut og í grundini nógv at siga fyri skúlan á staðnum.
Undirvísingarstýrið hevur vent sær til Heim og skúla fyri at fáa hugskot um, hvat kann fáa foreldur at bjóða seg fram á valinum í november.
- Eftir okkara tykki er tað skilabesta at gera at varpa ljós á skúlastýrisarbeiði, og hvussu skúlastýrisarbeiði gagnar skúlunum. Tað er eingin ivi um, at størri vitanin um týdningin av skúlastýrunum er, størri er áhugin fyri skúlastýrisarbeiðnum. Heim og skúli eru til taks hjá Undirvísingarstýrinum, tá ið talan er um at sjálvt skúlastýrisvalið og annars at ráðgeva og kunna um skúlastýrisarbeiðið.
Samanborið við tey professiónellu foreldrafeløgini í til dømis Danmark, Noregi og Íslandi er Foreldrafelagið Heim og skúli í Føroyum ein lítil sjálvboðin felagsskapur, sum fær eina lítla árliga játtan til norðurlendskt samstarv og til at hava árliga aðalfundin.
- Orkan hjá føroyska foreldrafelagnum er fyrst og fremst orkan og tíðin, sum nevndarlimirnir leggja í arbeiðið, og sum vit við gleði brúka í arbeiði okkara á fólkaskúlaøkinum, eitt nú við at vera við í arbeiðnum at gera broytingar í fólkaskúlalógini og í norðurlendska samstarvinum millum foreldrafeløgini. Vit vita tó frá limunum í skúlastýrunum kring landið, at tað er stórur tørvur á at kunna um arbeiðið, sum skúlastýrini gera. Tað, sum Heim og skúli kann gera í tí sambandi, er at kunna tey, sum verða vald í november, um skúlastýrisarbeiðið, men vit eru annars ikki virkin í sjálvum valinum áðrenn valið – ikki uttan at Undirvísingastýrið tekur okkum við í tað arbeiðið.
Á aðalfundinum hjá Foreldrafelagnum Heimi og skúla eftir valið hálvan november fer Janus Vang tí at hava upplegg fyri nývaldu limunum um, hvørjar uppgávurnar og heimildirnar hjá skúlastýrunum eru, og hvussu arbeiðið í einum skúlastýri fer fram. Umframt at greiða frá arbeiðsuppgávunum og geva góð ráð verða ítøkilig dømi um meginreglur lagdar fram – við íblástri úr samstarvinum við danska foreldrafelagið og aðrar áhugafelagsskapir.
Skúlastýrini eru bindilið millum heim og skúla og hevur tí stóran leiklut í hesum arbeiði, at áseta meginreglur, at vera bindilið millum foreldur og skúla og samstarvsfelagi hjá leiðslu skúlans, at gera fyriskipanir, at menna undirvísingarliga og sosiala umhvørvi skúlans. Harumframt at samstarva við kommunustýrið um skúlabygnað og fíggjarligu- og hølisligu umstøðurnar í skúlanum. Í høvuðsheitum at skapa karmar um skúlan á staðnum, virðisgrundarlag, meginreglur og skilhaldsreglur. Umboð úr skúlastýrinum eru eisini við í setanarbólkinum, tá ið lærarar og skúlastjóri verða sett. Hóast arbeiðið hjá skúlastýrinum mangan ikki er so sjónligt, so hevur tað stóran týdning.
- Ofta verður tað sjónligt, tá ið ósemjur og tvístøður eru, og tað er eitt sindur spell. Foreldrafelagið Heim og skúli verður mest boðsent, tá ið ósemjur og tvídráttir eru í skúlastýrinum ella millum skúlastýrið og skúlaleiðarin. Tað eru ikki nógv slík mál, men tey koma fyri.
- Grundin til, at eg bjóðaði meg fram at koma í skúlastýrið, var, at eg haldi, at tað hevur týdning, at foreldur eru væl umboðað í skúlanum og arbeiða til frama fyri skúlan.
Eitt skúlastýri skal verða valt til hvønn sjálvstøðugan skúla í kommununi. Skúlastýrisvalið verður 12. november samstundis sum val er bygda- og býráð.
Reglur um skúlastýri eru ásettar í § 50-53 í Fólkaskúlalógini, har uppgávurnar hjá skúlastýrunum eru formliga lýstar.
Mentamálaráðið hevur eina lýsing av heimildum hjá skúlastýrunum og eitt rundskriv um skúlastýri her.