Tíðindi
05.02.2025
Tað er gott at duga støddfrøði, tí tað kanst tú brúka til alt møguligt í veruliga lívinum. Men tað eru føroyskir skúlanæmingar ikki nóg greiðir um, og tað kann ávirka hugin at læra støddfrøði.
Hetta er ein trupulleiki, sum ein nýggj royndarverkætlan nú eftir ætlan skal loysa. Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sjósett verkætlanina “Støddfrøði í verki”, sum hevur til endamáls at arbeiða við at menna støddfrøðiførleikar hjá næmingum í hádeild. Tað skal gerast við at skipa undirvísingargongdir, har samskipan verður gjørd at nýta støddfrøði bæði yrkisliga og í gerandisdegnum.
Verkætlanarleiðari er Ingi Heinesen Højsted, granskingarleiðari á Námsvísindadeildini. Hann sigur, at høvuðsorsøkin til verkætlanina er, at skúlanæmingar í Føroyum ikki hava nóg góðar støddfrøðiførleikar.
– Kanningar vísa, at næmingarnir hava trupulleikar við nøkrum serligum sløgum av uppgávum í støddfrøði. Tað síggja vit eitt nú í PISA-úrslitunum. Tað hevur stóran týdning at hava góðar støddfrøðiligar førleikar, tí tað er nakað, tú kanst brúka til nógv ymiskt í samfelagnum eftir lokna skúlagongd, sigur hann og vísir á, at hetta eru næmingarnir ikki nóg greiðir yvir.
– Nógvir næmingar halda, at støddfrøði er eitt fak, har mann skal læra nógvar ymsar reglur uttanat, sum mann ikki ordiliga kann brúka til nakað í veruliga lívinum. Men tað er eitt sindur av einum paradoksi. Tí í roynd og veru brúka vit støddfrøði til so øgiliga nógv í tí modernaða samfelagnum. Tað verður brúkt til at gera modell, sum hjálpa okkum at lýsa alskyns fyribrigdi, at gera framskrivingar og millum annað til at finna út av, hvussu vit skulu byggja hús, stýra búskapinum og so framvegis. Men hetta sambandið føla næmingarnir ikki í nóg stóran mun, sigur Ingi Heinesen Højsted og tekur samanum:
– Verkætlanin snýr seg um at hjálpa næmingum at síggja týdningin, sum støddfrøði hevur, og hvussu mann kann brúka tær mannagongdirnar og tey amboðini, mann fær úr støddfrøðini, til at fáa svar upp á ymsar spurningar í gerandisdegnum og í arbeiðslívinum, sigur Ingi Heinesen Højsted.
Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2024.
Mynd: pexels.com