Tíðindi

Stórur útgávudagur

Í dag var hugnaligt útgávutiltak á Námi í sambandi við útgávur til lærugreinina føroyskt.

20.09.2023

Á útgávutiltakinum greiddu høvundarnir frá útgávunum, ið Nám hevur givið út í summar. Gunnvør Højgaard og Osvald Jacobsen, sum gjøgnum árini hava framleitt rúgvismikið tilfar til føroyskt í grunddeild, hava skrivað og myndprýtt Orðaflokkarnir. Orðaflokkarnir er hent amboð hjá næmingum at læra grundleggjandi mállæru.

Tvær útgávur eru eisini komnar til føroyskt í hádeild. Talan er um mállærubókina Punktum, sum Sigmund Jógvansson hevur skrivað. Punktum er ein handbók í føroyskum til øll, ið fáast við mállæru. Dentur er lagdur á at gera mállæruna einfalda og stuttliga at arbeiða við fyri næmingar í hádeild og onnur, ið vilja læra seg føroyskt.

At enda fingu høvundarnir Annelisa Rasmussen og Lív Magnussen orðið. Tær greiddu frá útgávuni Dropar, ið er fyrsta bók av trimum í føroyskum til hádeild. Hetta fyrsta lesibók til 7. flokk í fleiri áratíggju, og hetta er at meta sum ein stórhending í føroyskum til hádeild.

Dania O. Tausen, sum hevur eina yrking við í Dropar 7, setti dám á tiltaki við sangi og gittara.

Nám takkar øllum, ið komu at heiðrað høvundarnar á útgávutiltakinum í dag.

Kelda: nam.fo

Á myndini eru ritstjóri og rithøvundar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni