Tíðindi
04.10.2017
Vit vita, at tað á nøkrum støðum í landinum eru rættiliga nógv børn hjá tilflytarum bæði í dagstovni og skúla. Bara síðan Manntal varð skrásett í 2011, er talið vaksið í stórum. Í hagtalsgrunninum eru hagtøl yvir, hvønn ríkisborgaraskap tey hava, sum búgva í Føroyum; tølini siga tó einki um, hvussu málførleiki teirra er. Vit vita tí einki um, hvussu førleikin at tosa føroyskt er í teimum heimum, har foreldrini tosa ymisk mál.
Hagstovan hevur eisini tøl yvir, hvør ið flytur til Føroya, eftir aldri, ríkisborgaraskapi og føðilandi. Í teimum tølunum kann hugsast, at fleiri børn í skúlaaldri, sum flyta til Føroya úr øðrum londum enn Norðurlondum, kunnu vera millum teirra, sum ikki eru so stinn í føroyskum.
Til ber eisini at síggja, hvussu nógv vaksin flyta til Føroya úr londum, har føroyskt ikki er kent.
Nøkur tøl eru um málførleika og málnýtslu í Manntali frá 2011, men hesi tølini eru longu gomul.
Í Skúlablaðnum, sum kemur í vikuni, er samrøða við Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um undirvísing í føroyskum til næmingar av øðrum etniskum uppruna enn føroyskum. Somuleiðis er samrøða við lærara um, hvussu undirvísingin kann fara fram á bestan hátt, soleiðis at fleirimæltir næmingar fáa sum mest burturúr.
Talvan vísir, hvussu nógv børn í aldrinum 7-14 ár búðu í Føroyum árini 2007 til 2017 við ríkisborgaraskapi úr londum í Evropa annars (Norðurlond ikki íroknað), Amerika, Afrika og Asia.