Tíðindi

Stórur tørvur á sálarfrøðingum í fólkaskúlanum

At heita á myndugleikarnar at seta sálarfrøðingar í skúlaverkinum er eitt neyðarróp frá skúlanum um, at okkurt má verða gjørt, soleiðis at næmingar, sum hava tað sera trupult, fáa røttu hjálp rættstundis. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

18.11.2020

Lærarar standa mangan ráðaleysir og hjálparleysir, tá ið teir hava næmingar, sum hava tað trupult. Flestu royna eftir førimuni at hjálpa næmingunum, og førleikastovan ger sítt, men mangan røkkur hjálpin ikki nóg langt. Skulu næmingar, sum hava tað serliga trupult, fáa ta hjálp teimum tørvar, so mugu sálarfrøðingar setast í starv í skúlaverkinum, heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags. Hann er samdur við teimum, sum í seinastuni hava víst á tørvin á sálarfrøðingum í skúlaverkinum.

- Á Sernámi eru sálarfrøðingar, sum kunnu ráðgeva lærarum, men tað er langt frá altíð, at ráðgeving røkkur; umframt ger tað seg eisini galdandi, at sálarfrøðingarnir á Sernámi eru ov fáir og ovbyrjaðir av uppgávuni, teir hava, og bíðitíðin til útgreining er ofta long. Tað, sum tørvurin er á, er, at sálarfrøðingar kunnu hjálpa næmingum, sum hava tað sera trupult, seta seg niður tosa við teir og stuðla teimum, og viðgera, um tørvur er á tí. Hetta snýr seg ikki um, at øll børn skulu diagnostiserast. Heldur snýr tað seg um at hjálpa teimum børnum og ungum, sum hava tað trupult sálarliga, út um tað, sum lærarin og skúlin røkka.

Formaður Føroya Lærarafelags vísir til Lopfjølina, sum er skúlatilboð í Havn til næmingar, sum so ella so eru dotnir úr skúlaskipanini. Høvdu hesir fingið sálarfrøðiliga hjálp fyrr, tá ið trupulleikarnir vístu seg, so hevði støðan hjá teimum óivað verið øðrvísi í dag, sigur Jacob Eli S. Olsen.

- Tá ið tilboðið byrjaði, vóru nakrir fáir næmingar í Lopfjølini; í dag er næmingatalið 12, og bíðilistin at sleppa framat er líka langur. Hetta eru næmingar í hádeild, sum hava tað trupult, eru so illa fyri og eru givnir í skúlanum, tí teir ikki megna at møta í skúlanum. Vóru fleiri sálarfrøðingar knýttir at skúlanum, so høvdu hesir næmingar kunnað verið møttir á betri hátt í nóg góðari tíð, og teir kundu fingið ta hjálpina teimum tørvar. At seta sálarfrøðingar í skúlaverkinum er ikki fyri at sleppa lærarum undan sínari ábyrgd, tí sjálvsagt royna lærarin og skúlin alt, tey eru ment at hjálpa næminginum, sum hevur tað trupult, sum ikki megnar at koma upp um morgunin, sum ikki megnar at koma í skúla og sum at enda gevst við at møta í skúlanum. Hetta eru ikki næmingar, sum órógva undirvísingina; hetta eru næmingar, sum eru sera illa fyri sálarliga og illa megna gerandisdagin og lívið. Vit mugu ásanna, at fólkaskúlin hevur ikki neyðugu amboðini at hjálpa hesum næmingum, og at tað í tílíkum støðum skal meiri til enn bara prát og onkur serskipan innan skúlan. Kanningar í grannalondunum hava víst greiðan samanhang ímillum, at næmingar sum í longri tíð hava fráveru, eru verri at røkka, og stór sannlíkindi eru fyri, at støðan bara versnar, og næmingurin at enda noktar fyri at fara í skúla. Næmingar á miðnámi fáa sálarfrøðiliga hjálp á serstakari játtan at hjálpa teimum at megna lívið og skúlagongdina; henda skipanin hevur hjálpt fleiri, um næmingar í fólkaskúlanum fingu somu hjálp.

Avleiðingin av at næmingar í fólkaskúlanum ikki fáa nóg góða hjálp, sæst millum annað í, at nógvir næmingar hava stóra fráveru, og nógvir gevast rætt og slætt at møta í skúlanum og eru burtur drúgv tíðarskeið, summir í fleiri ár. Sernám hevur víst á, at skúlanoktan er eisini vaksandi trupulleiki.

Samanbera vit við fólkatalið í Danmark, so áttu um 8 sálarfrøðingar at verið knýttir at fólkaskúlanum, umframt teir, sum eru í starvi á Sernámi; tað er tvífalt so nógvir, sum eru í løtuni.

Í oktober setti Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, Jenisi av Rana, landsstýrismanni, munnligan fyrispurning á Føroya løgtingi um sálarfrøðingar í fólkaskúlanum. Løgtingsmaðurin heldur, at vit eiga at seta eina skipan við økisskúlasálarfrøðingum í verk. Hann vísti á, at tað fleiri ferðir í sambandi við viðgerðina av uppskotinum um ókeypis sálarfrøði til børn og ung varð ført fram, at tað var neyðugt at røkka teimum undir 15 ár betur. Í hesum sambandi varð eisini sagt, at ein skipan við økisskúlasálarfrøði møguliga hevði fyribyrgt keðiligum gongdum við skúlanoktan, angist og tunglyndi hjá skúlanæmingum. Landsstýrismaðurin helt hugskotið vera skilagott og segði seg fara at kanna tað nærri.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni