Tíðindi
17.03.2016
- Tað er tað, sum vit eru farin í holt við nú og hava longu gjørt ein part av. Tann samlaða verkætlanin fevnir um trý byggistig, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Sjálvan flaggdagin 2015 – um kvøldið – samtykti Klaksvíkar Býráð at leggja fólkaskúlarnar í Klaksvík saman til ein skúla við felags leiðslu. Nýggi samanlagdi skúlin skal byggjast út og verður landsins størsti fólkaskúladepil við sløkum 800 næmingum og 74 lærarum. Fimm eru í leiðsluni við Vagn Foldbo sum skúlastjóra.
Jógvan Skorheim veit ikki akkurát, nær alt verður liðugt, men 2021 er árið, sum Klaksvíkar kommuna vónar fer at halda sambært ætlanini fyri øll trý byggistigini.
Klaksvíkar býráð hevur samtykt nú, er at fáa 1. byggistig, ið er nógv tað størsta, liðugt í 2018. Tað fer at fevna um allar tær vanligu skúlastovurnar.
Býráðið hevur ikki nakra ítøkiliga ætlan um víðkað samstarv við aðrar skúlar í Norðuroyggjum. Samstarv hevur verið á 10. floksstigi – breytarsamstarv – við skúlan í Fuglafjarðar kommunu. Men tað samstarvið varð av praktiskum grundum tikið av herfyri. Her hevur annars verið eitt væl virkandi breytarsamstarv um tónleik og list, tí Fuglafjørður hevur yvirhøvur nógv at bjóða, og tað hevur Klaksvík eisini.
Hinvegin er nógv samstarv við skúlarnar í Norðoyggjum. Allir næmingarnir á Viðareiði og á Fossanesi koma til Klaksvíkar í framhaldsdeild, tá ið teir koma upp í ein ávísan aldur.
Um framtíðina kundi Jógvan Skorheim, borgarstjóri, hugsað sær at sæð fólkaskúlan fluttan út til kommunurnar.
- Tí eg eri sannførdur um, at vit høvdu kunnað takklað nógvar av trupulleikunum eitt sindur lættari.
Jógvan Skorheim sær fyri sær, at um fólkaskúlin fult og heilt úti hjá kommununum, hevði tað verið sera umráðandi, at Føroyar høvdu eitt ávíst stig fyri tænastu, soleiðis at hon ongantíð fór niður um eitt vist. At allir fólkaskúlar í Føroyum stóðu á tryggari tænastugrund.
- Eg veit ikki, hvussu nær tað liggur, men eg hevði hildið, at tað var ein spennandi tilgongd at farið uppí.
Borgarstjórin sigur, at skúlabyggingin er størsta einstaka íløga, sum kommunan nakrantíð hevur gjørt, og hann ivast ikki í, at hetta er ein íløga, sum fer at kasta stórt virði av sær.
Myndin:
Nýggi stórskúlin í Klaksvík er størsta einstaka íløga, sum kommunan nakrantíð hevur gjørt.
Tekstur og mynd: Sonne Smith