Tíðindi

Stórir flokkar í lítlum skúlum

Broytingin í floksstøddini ávirkar ikki teir smáu skúlarnar, sum ikki eru 7-flokkaðir, og tað er spell. Avbjóðingin hjá teimum verður tann sama. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

26.07.2024

Í seinastuni hevur verið nógv tos um floksstøddina, og tíbetur røkist nú fyri, at floksstøddin fer at lækka. Tá ið tosað verður um stórar flokkar, verður sum oftast hugsað um stórar skúlar við nógvum næmingum. Tað er kortini ikki bara í stórum skúlum, at stórir flokkar eru. Í lítlum skúlum, sum ikki eru 7-flokkaðir, kemur meira enn so fyri, at flokkarnir blíva stórir, og avbjóðingin kann vera rættiliga stór.

Av tí at skúlarnir ikki eru 7-flokkaðir, mugu skúlarnir leggja summar flokkar saman, og tá kann næmingatalið blíva rættiliga høgt. Tað kann t.d. vera at leggja 6.flokk og 7.flokk saman, sum hevur við sær, at næmingatalið í summum førum verður umleið 24-26 næmingar. Tað er í sjálvum sær nógv at hava so nógvar næmingar í einum flokki, og at talan harafturat er um næmingar úr tveimum árgangum, ger ikki uppgávuna minni avbjóðandi.

Tað sigur seg sjálvt, at spennið í einum samanløgdum flokki við næmingum úr t.d. 6.flokki og 7.flokki er øgiliga stórt. Bæði fakliga og menningarliga. Munurin á tí fakliga veikasta næminginum í 6.flokki og tí fakliga sterkasta næminginum í 7.flokki kann vera ógvuliga stórt. Tað sama er eisini galdandi, tá ið tað snýr seg um menningina hjá hvørjum einstøkum næmingi.

Luturin hjá læraranum er so at skipa undirvísingina soleiðis, at hvør einstakur næmingur fær nakað burturúr. Tað eru korini, lærarin hevur at virka undir, og sjálvandi er hetta ikki nøkur løtt uppgáva at taka sær av. Tað merkir í grundini, at lærarin í slíkum førum undirvísir í fleiri undirvísingargongdum í senn. Undirvísingargongdum, sum ikki eru á sama floksstigi.

Tað er at fegnast um, at floksstøddin verður lækkað næstu árini. Eingin ivi um tað. Tað hevur trongt til í nógv ár, og sjálvt um tað skuldi verið gjørt fyri langari tíð síðan, er tað sjálvandi eisini gott, at tað loksins verður gjørt. Men broytingin í floksstøddini ávirkar ikki teir smáu skúlarnar, sum ikki eru 7-flokkaðir, og tað er spell. Avbjóðingin hjá teimum verður tann sama.

Tá ið samanum kemur, snýr alt seg ofta um pengar, men tað hevði verið skilagott at bøtt um støðuna hjá skúlum, sum eru í hesari støðuni. Tað besta hevði óivað verið at havt flokkarnar hvør sær, men í øðrum lagi kundi tað verið gjørt við at játta nakrar tímar til ein lærara afturat til samanløgdu flokkarnar, soleiðis at tveir lærarar vóru um flokkin. Í øllum førum ein part av tíðini. Tað hevði verið til gagns fyri allar partar. Arbeiðsumstøðurnar hjá lærarunum høvdu verið betri, og av tí sama høvdu næmingarnir fingið meira burtur úr undirvísingini.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni