Tíðindi
24.11.2016
At hetta tiltakið var ein veldig succes, sást og hoyrdist skilliga. Tí børnini vóru ovurkát, ja, garvill, í tí larmandi og geisandi samhøllini í skúlanum. Fleiri hundrað børn stóðu í longum rað fyri at koma fram til bamsurnar, sum fegnar skrivaðu teimum autograf. Og bamsurnar fingu seg royndar við at skula lyfta eitt skúlabarn fyri og annað eftir – viðhvørt tvey í senn – upp um høvd á tí sera væl skipaða pallinum við einum veruligum super musikkanleggi. Akkurát tað, ið passar til eina slíka løtu, meðan fýra risar lyftu børn og skrivaðu autografar.
Teir vóru har í sambandi við, at teir fýra, Føroya sterkasti maður trý tey seinastu árini, Bjarni Nielsen, Laurence Shahlaei úr Bretlandi, Mikkel Leicht úr Danmark og Jon Olav Granli úr Noregi vóru við í altjóða kappingini, Toyota Battle, í Høllini á Hálsi leygardagin 19. november. Litavin, Zydraunas Savickas, alias Big Z, sum fýra ferðir hevur verið kosin heimsins sterkasti maður, var ikki við í Skúlanum við Løgmannabreyt. Hann var ikki komin til Føroya henda fyrrapartin, fríggjadagin 18. november. Hann kom tó seinni og var við í kappingini í Høllini á Hálsi.
Jákup Suni Berg, ið var Føroya sterkasti maður, áðrenn Bogi Hammer varð tað, skipar fyri kappingini "Føroya sterkasti maður" og nú "Toyota Battle", men Jákup Suni hevur so nógv um at vera í løtuni, at hann fekk Boga Hammer at hjálpa sær at samskipa, og Bogi heldur fyri, at fittari fólk enn hesar stóru bamsurnar finst ikki.
- Vit eru stórar fittar bamsur at kroysta.
Bogi fortelur, at fyrstu ferð, teir vóru úti á einum skúla, var í 2014, tá ið teir vóru norðuri á Eiði, og tað var ein succes. Í fjør vóru teir í skúlanum í Vestmanna, og so hildu teir, at teir skuldu royna í Havn. Hjá Høgna Joensen, skúlastjóra við Løgmannabreyt var leyst og liðugt alt fyri eitt, og eisini hetta var kempisucces.
- Eg helt hetta vera eitt frálíkt hugskot at bjóða hesum búffunum í skúlan hjá okkum. Børnini elska hesar stóru, sterku menninar. Eg helt, tað fór at vera ordiliga stuttligt at síggja teir.
Hann fortelur, at í skúlanum hava tey fyrireikað børnini við eitt nú at lesa søgur um risar og kellingar og teirra líkar. Børnini vita, hvat tað vil siga at vera sterkur.
Føroya sterkasti maður trý tey seinastu árini, fryntligi Bjarni Nielsen sigur:
- Sterkir menn eru akkurát sum bamsur – teir eru øgiliga fittir.
Myndin:
Børnini flyktust um Føroya sterkasta mann trý tey seinastu árini, Bjarna Nielsen, fríggjadagin 18. november. Børnini stóðu í longum rað at fáa autograf frá Bjarna
Tekstur og mynd: Sonne Smith