Tíðindi

Stórar avbjóðingar, dugir tú ikki danskt

Næmingar, sum fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál, vilja eisini hava undirvísing í donskum.

17.08.2023

Síðstu árini hevur alt økið, sum eitur undirvísing í føroyskum sum annaðmál, rættiliga tikið dik á seg. Lærarar kunnu fáa ískoytisútbúgving í undirvísing í føroyskum sum annaðmál, móttøkuflokkar eru stovnaðir, og nógv tilfar er gjørt og meiri er á veg. Í samrøðu við Skúlablaðið sigur Brynhild W. Djurhuus, sum er lærari í móttøkuflokkinum í Runavíkar kommunuskúla, at tilboðið í móttøkuflokkinum er betri enn tað, sum skúlin kundi bjóða næmingunum frammanundan við tímum í føroyskum sum annaðmál. Eitt týdningarmikið evni er tó eftir, sum hetta tilboðið ikki fatar um, og tað er undirvísing í donskum.

- Tá ið eg spyrji næmingar, ið eru fluttir til landið, og sum eru lidnir við fólkaskúlan, hvussu tað var at ganga í skúla, so siga nógvir, at teir hava kent seg væl, men at teir fingu stórar avbjóðingar, tá ið teir fóru víðari í skúlaskipanini, til dømis á miðnám, tí teir ikki dugdu danskt. Teir høvdu viljað, at teir eisini fingu undirvísing í donskum í fólkaskúlanum, soleiðis at danskt ikki gjørdist ein so stór forðing. Eftir mínum tykki eiga vit at taka danskt meiri við, tá ið vit hugsa næmingar við aðrari bakgrund enn føroyska og norðurlendska. Tað er neyðugt, so leingi so stórur partur av skúlabókunum eftir fólkaskúlan er á donskum.

Brynhild W. Djurhuus er í holt við ískoytisútbúgvingina í føroyskum sum annaðmál. Útbúgvingin tekur hálvttriðja ár og er liðug við árslok. Áðrenn hon fór undir hana, hevði hon nøkur skeið í undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Hon heldur, at útbúgvingin gevur henni nógv góð amboð og henda vitan.

- Áðrenn eg fór í holt við útbúgvingina, var eg ikki nóg tilvitað um, hvussu umráðandi tað er at taka bakgrundina og móðurmálið hjá næmingunum við í undirvísingina. At móðurmálið hevur nógv at siga fyri, hvussu tey kunnu læra eitt nýtt mál. Vit hava eisini lært, at tað hevur týdning, at hesir næmingar fáa undirvísing í móðurmálinum samstundis, men sum nú er verður hetta als ikki praktiserað í fólkaskúlanum. Tíbetur sær út til, at myndugleikarnir eru farnir at raðfesta føroyskt sum annaðmál, men vit mugu ikki gloyma, at skalt tú víðari í skúlaskipanini í Føroyum, so mást tú læra danskt eisini, og tað mugu vit gera nakað við.

Síðan ársbyrjan hevur Runavíkar kommunuskúli havt móttøkuflokk. Í løtuni eru næmingarnir ellivu í tali.

Nú á døgum situr í minsta lagi ein næmingur við aðrari bakgrund enn føroyskari ella norðurlendskari í hvørjum einasta skúlaflokki í landinum. Í ár er søkt um tímar til 329 næmingar, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3, 2023.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni