Tíðindi
19.06.2024
Kollveltandi broytingar og tillagingar eru í umbúna at verða gjørdar í fólkaskúlanum í hesum døgum, eitt nú at minka floksstøddina, stytta skúladagin, víðka tvílæraraskipanina og bøta um umstøðurnar hjá flokslæraranum. Torfinn Højgaard hevur verið lærari í meiri enn 40 ár, og hann hevur sitið í nevndini í Føroya Lærarafelag í nógv ár. Fleiri av átøkunum og batunum, sum nú eru í umbúna at gera í fólkaskúlanum, hevur Lærarafelagið stríðst fyri, meðan hann hevur sitið í nevndini.
- Tað hevur stóran týdning at styrkja tvílæraraskipanina, ikki minst í grunddeildini. Nógvir lærarar hava tað sera trupult í grunddeildini, tí tað eru so nógvir næmingar, sum hava trupla atferð ella ringt við vera í einum flokki. Tvílæraraskipanin er serligur arbeiðsháttur, og skal henda skipanin gera tað gagn, hon er ætlað, mugu lærarar fáa førleikar at arbeiða sambært henni.
Tað hevur eisini týdning at raðfesta flokslæraran. Flokslærarin hevur fingið hægri raðfesting tvær reisur undir samráðingum millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið, men tað er ikki nóg mikið, heldur Torfinn Højgaard, tí uppgávan hjá flokslæraranum er munandi tyngri í dag samanborið við fyrr.
- Hjá summum flokslærarum er uppgávan sera tung, hjá øðrum ikki líka tung, men allir flokslærarar fáa líka, og tað er helst ikki rætt. Flokslærarin, sum hevur mest at gera of til dømis ein truplan flokk, eigur at fáa meiri tíð enn flokslærarin, sum hevur tað lættari.
Fyrstu ferð Torfinn Højgaard kom í nevndina í Føroya Lærarafelag var í 1997. Hann var við til samráðingarnar, tá ið Lærarafelagið lýsti verkfall á vári í 2000. Minniliga verkfallið vardi í nógvar vikur uttan tó, at felagið fekk stórvegis burturúr.
- Í míni tíð í nevndini í felagnum hava verið nøkur stórmál. Eitt var umskipanin í sambandi við, at lærarar ikki longur vórðu settir sum tænastumenn. Skipanin frá tænastumannasetan til sáttmálasetan hevði við sær, at lærarar í langa tíð ikki vórðu settir í fast starv. Hetta stríddust vit nógv við og fingu ígjøgnum, soleiðis at myndugleikarnir aftur fóru at seta lærarar í fast starv. Samanborið við annað, so haldi eg, at hetta var størsta frambrotið í míni tíð í nevndini.
Les alla samrøðuna við Torfinn Højgaard í Skúlablað nr 3, 2024. Mynd: Jørgin við Úlvsá.