Tíðindi
05.04.2017
Í lýsingini fyri ráðstevnuna siga fyrireikararnir, at hetta verður ein hugvekjandi, kveikjandi, dagførandi, mennandi, savnandi dagur fyri øll, sum kenna til og hava orðblindi inn at kroppinum. Ikki færri enn 10 framløgur verða á ráðstevnuni umframt spurnaumfar og samanumtøka. Poul Michelsen, landsstýrismaður, setir ráðstevnuna og sigur frá, hvussu tað er at vera orðblindur. Síðan tekur kendi danski heilagranskarin, Peter Lund Madsen, yvir og heldur fyrilestur við heitinum: ”Derfor er man ordblind. Om hjernen og ordblindhed.” Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, fer at røða um ”Eitt orðblindavinaligt miðnám er ein vinningur fyri alt okkara samfelag.” Eftir ábit fer Turid Helland, logopedur og professor emeritus á Instituttinum fyri biologisk og medisinsk psykologi í Bergen, at hava fyrilestur við heitinum: ”Det bliver skoletapere av å vente og se – Om at forutse dysleksi hos 5-åringer”. Alexander Gram Jensen, ið er bróðir ein orðblindan og mennari av virðisløntari app til orðblind, fer at tosa um ”SubReader, en app, som læser undertekster fra Netflix højt for ordblinde.” Christian Bock, kt-ráðgevi innan hjálpartól til orðblind, fer at halda fyrilestur við heitinum: “Hjælpen i lommen. Sådan gør vi de ordblinde selvhjuplne.”
Eftir miðmála fer Åsne Midtbø Aas, pedagogur hjá Dysleksi Norge, at hava framløgu við heitinum: ”Vent å se, det går nok over – Dyrt for samfunnet og vanskelig for individet.” Síðan er Christian Bock aftur á skránni, hesaferð við fyrilestri við heitinum: ”It og ordblinde. Sådan inkluderer man ordblinde elever i undervisningen.” Åsne Midtbø Aas fer at røða um: ”Hva er en dysleksivennlig skole? Om arbeidet med kompetansespredning i det norske skolesystemet.”
Sámal Tróndur F. Johansen, leiðari á Landsbókasavninum, fer at halda fyrilestur við heitinum: ”Ein gullkista av vitan, men ikki fyri øll. Um arbeiðið at geva orðblindum betri atgongd til tilfarið á Landsbókasavninum.” Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, fer at halda fyrilestur við heitinum: ”Gilt ella gelt. Um hvussu vit kunnu menna føroyskt á talgilda økinum og gagnnýta teir møguleikar, sum tað hevur við sær.”
Eftir hetta er orðið frítt, og luttakarar kunnu seta spurningar til teirra, sum hava havt orðið og annars siga sína hugsan. Ráðstevnan endar klokkan 16 við at Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur nøkur orð.
Kostnaðurin fyri alla ráðstevnuna er kr 1350, og tilmeldingin fer fram á www.tilmelding.fo