Tíðindi
25.09.2017
Tað eru tær fýra, Lydia Didriksen, Marjun Ziskason, Turið Kjølbro og Sissal M. Rasmussen, sum hava tikið stig til kanningina; Lydia Didriksen er námslektari á Námsvísindadeildini; hon er eisini fólkaskúlalærari, skúlabókavørður og MA í føroyskum; Marjun Ziskason er ritstjóri á Námi og hevur somuleiðis drúgvar royndir sum fólkaskúlalærari, Turið Kjølbro er ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags og cand.phil í norðurlendskum, og Sissal M. Rasmussen er exam.art. í føroyskum, cand.mag í audiologopedi umframt Ph.D.-lesandi á Føroyamálsdeildini; tær hava allar brennandi áhuga fyri lesing og starvast innan økið dagliga. Lóður við Hera á Rógvi stendur fyri at gera sjálva kanningina; arbeiðsbólkurin hevur fingið fígging til kanningina frá Mentamálaráðnum.
Tað eru gott og væl tvey ár síðan, at tey fóru undir at fyrireika kanningina. Tvær ferðir hava umboð fyri arbeiðsbólkin verið á Lesisentrinum í Stavanger í Noregi og tosað við granskarar har um kanning av lesivanum, lesiátøk og annað í hesum sambandi. Umframt hevur Sissal M. Rasmussen, sum er í ferð við Ph.-D.-ritgerð av málinum hjá 0-36 mánaðar gomlum børnum, fingið í lag samstarv við tey, ið standa aftan fyri stóra kanning av lesivanunum hjá donskum børnum. Nakrir av spurningunum í føroysku og donsku kanningini verða teir somu, soleiðis at tað fer at bera til at samanbera úrslit.
Hví er umráðandi at kanna lesivanarnar?
- Tað er tí, at vit vita, at lesivanar eru brúgvin inn í framtíðina. Tað eru nógv uppáhald um, hvussu nógv ella lítið børn lesa; í staðin fyri at gita, vilja vit vita. Skúlafólk hava í áravís varskógvað, at málførleikin hjá børnum og ungum í føroysku skúlaskipanini er viknandi. Er hetta so, verður hetta eitt álvarsligt bakkast fyri framtíðina hjá okkara samfelag, tí málførleikin er hornasteinurin í allari útbúgving og víðarimenning av samfelagnum. Vit vita, at menningin av málførleikanum er kjølfestur í skriftmálinum. Ígjøgnum lesing koma børn og ung í samband við tað kompleksa skriftmálið, ið lyftir teirra egna málførleika á hægri støði.
Lesikanningin verður ein støðulýsing av, hvussu ofta og nógv, føroysk børn lesa, og hvat tey lesa. Tær í arbeiðsbólkinum halda, at tað er stórur tørvur á at fáa nágreiniliga vitan um lesivanar í skúlahøpi og uttan fyri skúlan ígjøgnum serstaka verkætlan, so at uppáhald kunnu afturvísast ella munagóð átøk setast í verk.
- Meiri vitan gevur eitt betri grundarlag at taka skikkaðar avgerðir, siga tær.
Lesið umrøðu í Skúlablaðnum, sum kom 11. august.