Tíðindi
20.10.2016
Landsroyndarúrslitini benda á, at stígur kemur í menningina hjá næmingunum eftir 4. flokk; Vibeke Michaelsdóttir, sum hevur skrivað endaliga ritgerð á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum um landsroyndirnar í føroyskum, heldur, at skúlin megnar væl at geva eina nøktandi undirvísing til og við fjórða flokk og ikki í sama mun eftir fjórða flokk.
- Innskúlingin hevur verið raðfest og fingið nógv gott tilfar og fleiri tímar; miðdeildin hevur ikki verið raðfest á sama hátt, og tað sæst aftur. Eftir fjórða flokk eigur lærarin at krevja og vænta meiri av næmingunum og geva teimum torførari uppgávur; tað sýnist sum hann slakar av upp á krøvini og ikki undirvísir sambært námsætlanunum. Ein onnur orsøk er helst, at nógv foreldur klára ikki í nóg stóran mun at hjálpa børnunum við skúlatingunum eftir fjórða flokk í ymsu lærugreinunum, tí nógv teirra ikki hava útbúgving; ein veruleiki er í øllum førum, at nógv børn fáa ikki hjálp heimanífrá, og tað hevur týdning fyri, hvussu tey klára seg. Tað haltar at kveikja lesiáhugan hjá børnum. At lesa fyri børnum og eggja teimum at lesa og harvið menna orðfeingið er ikki siðvenja í øllum heimum, tíverri. Lósu øll foreldur fyri børnum sínum og eggjaðu tey at lesa sjálv eftir at tey eru komin á lagið at lesa, so var støðan øðrvísi. Mín varhugi er, at tað eru ógvuliga fá, sum tíma at lesa, og tað hevur avleiðingar fyri, hvussu børnini klára seg. Tað er eisini tørvur á, at tey, sum varða av ymsu økjunum, dagstovnaøkinum, fólkaskúlanum og miðnámi, tosa saman, finna ein felags leist og eina felags kós.
Vibeke Michaelsdóttir, ið tók prógv sum lærari í summar, viðgjørdi í endaligu ritgerð síni á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum landsroyndirnar í føroyskum. Hon hevur verið í sambandi við gott hálvt hundrað lærarar, sum eitt nú eru spurdir, hvørt landsroyndirnar gagna næmingunum og undirvísingini, um landsroyndirnar ávirka undirvísingina, um landsroyndirnar eiga at vera talgildar, um tær læra næmingarnar at hugsa sjálvstøðugt og annað.
Lesið samrøðu við Vibeke Michaelsdóttir, lærara, í Skúlablaðnum, sum júst er komið.