Tíðindi
30.08.2022
Fólkaskúlin er púra avgerandi súla undir okkara hugsan um fólkaræði og einum væl virkandi demokratiskum samfelag. So avgjørdur er Anders Bondo Christensen, sum er tann ið hevur staðið á odda fyri í danska lærarafelagnum longst.
Hann vísir á, at fólkaræði, demokrati, er annað og munandi meira enn bara at fremja vilja meirilutans.
- Í einum fólkaræði er rúm fyri øllum, og samrøðan er púra avgerandi liður. Tað er rundan um samrøðuna, vit hava skipað fólkaskúlan og alla okkara undirvísing. Í fólkaskúlanum læra næmingar og lærarar at skifta orð um týðandi viðurskifti og virða ymsar hugsanir. Á tann hátt búgva vit næmingarnar út til at vera upplýstar og góðar samfelagsborgarar, ið hava ognað sær evnini at taka lut í samfelagnum og taka klókar, væl grundaðar og rættar avgerðir. Tað er ein arvur, ið vit ikki mugu taka fyri givið. At varðveita fólkaræði krevur nakað av okkum, men tað er vert at stríðast fyri, sigur Anders Bondo Christensen.
Hann leggur dent á, at hugsjónin um fólkaræði letur seg einans gera, um hon er væl kjølfest í einum samfelag við upplýstum og mentaðum borgarum. Tí eitt samfelag uttan upplýstar borgarar kann lættliga skapa gróðrarbotn fyri tí ráki, ið hann heldur, at vit eru vitni til í dag, har fallstíðindi – fake news – og stívrendir og harðrendir valdsharrar eru millum størstu hóttanirnar. Verjan móti hesum er eitt væl virkandi og upplýst fólkaræði. Og tann uppgávan hvílir í stóran mun á herðum fólkaskúlans, heldur hann.
Júst tí hevur Anders Bondo Christensen seinastu árini verið íðin og ógvuliga virkin í almennum orðaskifti um fólkaskúlan. Serliga í Danmark, men eisini aðrastaðni. Hann hevur verið heitur talsmaður fyri og eftirlýst eina grundleggjandi samrøðu um stóra evnið, hví vit í heila tikið halda skúla. Spurningurin kann tykjast ógvuliga banalur, men tørvurin hevur ongantíð verið størri enn júst nú, heldur Anders Bondo Christensen.
- Tey fyrstu árini í mínum tíðarskeiði sum formaður í Lærarafelagnum vórðu heilar tríggjar nýskipanir gjørdar innan skúlaverkið í Danmark. Men ongantíð varð spurningurin um, hví vit yvirhøvur halda skúla til umrøðu, og tað undrar meg stórliga, sigur hann og minnir á stór donsk andsmenni sum Grundtvig og Hal Koch, hvørs hugsjónir um fólkaræði hava havt stóra ávirkan og framvegis vekja ans.
Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2022