Tíðindi

Stuðulin til Bókadeildina hækkaður

Tá fíggjarlógin fyri 2016 varð samtykt beint fyri árslok í fjør, var broytingaruppskotið hjá landstýriskvinnuni í mentamálum at hækka stuðulsjáttanina til Bókadeild Føroya Lærarafelags við kr. 300.000 veruleiki. Økti stuðulin var sera kærkomin. Seinasta hækkingin í játtanini varð gjørd í 2010, og sum kunnugt eru lønir og framleiðslukostnaðir annars hækkaðir síðan tá. Tí hevur Bókadeildin seinastu árini verið sperd – bæði fíggjarliga og arbeiðsliga. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

28.02.2016

Væl umtóktu krabbabøkurnar hava økt munandi um arbeiðsbyrðuna. Tað hevur havt við sær, at nóg stór orka ikki hevur verið til viðgerð av serliga stóru ungdómsbókunum. Bókadeildin vónar at kunna seta fólk í hálvt starv afturat.
 
Stuðulin frá Løgtinginum hevur tryggjað, at BFL síðan byrjan í 1956 hevur givið út knappar 1.500 titlar – samantalt einar 1.400.000 bøkur á føroyskum hesi 60 árini, Bókadeildin hevur verið til. Bókadeildin hevur sanniliga ikki gjørt framsøkna málinum hjá stovnarunum til skammar. Tað var at útvega børnum og ungum lesitilfar á móðurmálinum. Men meðan avbjóðingin hjá stovnarunum var, at at kalla einki lesitilfar var til, so er avbjóðingin hjá Bókadeildini í dag heldur at verja borg, so vit ikki verða kollrend av lesitilfari á fremmandum máli.
 
BFL er í dag eitt vælvirkandi forlag, sum strembar eftir at hava bøkur til allar aldursbólkar – einar 10 titlar til hvønn um árið, ella tilsamans 80 til 100 titlar um árið. Tó er talið av bókum til stór børn og ung minkað seinastu árini, fyri at fáa roknskapin at javnviga.
 
Tað, at landsstýriskvinnan í mentamálum ger av at hækka stuðulin, er sera týdningarmikið herðaklapp, sum tryggjar framhaldandi høga støðið og ger, at talið av bókum til stór børn og ung, fer at nærkast hóskandi legu.
 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni