Tíðindi

Stuttligt - mennandi - spennandi

Hetta er yvirskriftin á plakatini, ið kunnger, at bygnaðar- og leiðsluráðgevi, danski psykologiski rithøvundurin, Jens Andersen, heldur tveir fyrilestrar í Vágum í næstu viku. Fyrri fyrilesturin er í skúlanum í Sørvági, týskvøldið 23. februar, og tann seinni er í ítróttarhøllini á Giljanesi

17.02.2016

Fyriskipararnir vænta nógv fólk – so nógv, at teir hava bílagt eina heila ítróttarhøll, ta á Giljanesi, at rúma tiltakinum.

Fyrilesturin hjá Jens Andersen er fyri øll, ið hava áhuga fyri børnum og ungum. Fyrireikararnir umboða Vága kommunu, skúlastýrið í Skúlanum á Giljanesi, SSP-bólkin, Skúlan á Giljanesi, Sørvágs kommunu, Skúlastýrið í Sørvágs Skúla, Frítíðarskúlan, Sørvágs Skúla, Sóljugarð, Miðgarð og Alvalon. Alt í Vágum.

Jens Andersen, psykologur, helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum á SSP-degnum í november í fjør, og hann var eisini við í eini sending hjá Kringvarpi Føroya.

Annbritt Toftegaard, skúlastjóri á Giljanesi, og Jóhannes Joensen, skúlastjóri í Sørvági, hava saman við Vága kommunu og Sørvágs kommunu biðið Jens Andersen koma aftur til Føroya at halda sín fyrilestur, ávikavist í skúlanum í Sørvági, týskvøldið 23. februar klokkan 19 og ítróttarhøllini á Giljanesi, mikukvøldið 24. februar klokkan 19.

Annars hevur Jens Andersen fyrilestur í skúlanum í Sørvági, týsdagin 23. februar klokkan 14 fyri øllum lærarum og stuðlunum í báðum skúlunum í Vágum. Sama dag, týsdagin 23. februar klokkan 17:15 heldur hann fyrilestur fyri øllum námsfrøðingum og hjálparfólki í barnagørðunum og frítíðarskúlanum í Vágum. Eisini í Sørvágs skúla.

Fyrilesturin fyri lærarar og námsfrøðngar er um, hvussu tey professionellu handfara tvørligar samtalur við foreldur.

Fyrilesturin í skúlanum í Sørvági, týskvøldið klokkan 19 er fyri øll avvarðandi, áhugað og starvsfólk í Alvalon og Sørvágs skúla.

Fyrilesturin í ítróttarhøllini á Giljanesi, mikukvøldið klokkan 19 er fyri øll avvarðandi, áhugað og starvsfólk í Miðgarði, Sóljugarði og starvsfólki í Skúlanum á Giljanesi.

Altso, fyrilesturin er almennur – fyri øll.

Tann almenni fyrilesturin snýr seg um menning og trivnað hjá børnum, um tað neyðuga samstarvið, um individualismu, um egnan vilja og hug, um at tæna børnum, um tey vaksnu sum fyrimynd, um mátan at vera til staðar millum børnini, um viðurkenning sum treyt fyri trivnaði og ikki minst um ábyrgdina hjá teimum vaksnu fyri, at børnini menna felagsskap og mangt annað.

Um Jens Andersen verður m.a. sagt:

"Jens Andersen er ein populerur og framúrskarandi røðari, sum í sínum fyrilestrum undirheldur og kveikir, umframt at halda tykkum dagførd um ta seinastu vitanina um barnauppaling og familjulív. Fyrilestrarnir eru fyllir av humori, greinligum kjarna og ítøkiligum dømum".


Myndin:
Jens Andersen, psykologiskur rithøvundur, heldur almennan fyrilestur í skúlanum í Sørvági, týskvøldið 23. februar klokkan 19, og ítróttarhøllini á Giljanesi, mikukvøldið 24. februar klokkan 19


Tekstur: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni