Tíðindi
16.03.2018
Undirvísingarstýrið er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum kemur at hava fyrisitingarligar rakstraruppgávur innan undirvísingarverkið um hendi.
Hjalmar Hansen er 50 ára gamal og útbúgvin Cand.Merc.(jur.). Harumframt hevur hann leiðsluútbúgving á masterstigi við serligum denti á námsfrøði og prógv sum HR-ráðgevi.
Hjalmar Hansen hevur drúgvar undirvísingarroyndir umframt hollar leiðsluroyndir í skúlahøpi og innan onnur øki.
Síðan august 2015 hevur Hjalmar Hansen starvast sum vararektari og útbúgvingarleiðari á Miðnám á Kambsdali. Frammanundan var hann deildarstjóri á Føroya Handilsskúla á Kambsdali í 3 ár.