Tíðindi
04.11.2020
Starvslæran er ætlað at geva teimum læraralesandi eina vitan um, hvussu tað er at arbeiða í fólkaskúlanum. Í gomlu læraraútbúgvingini var starvslæran drúgvari partur, enn hon er nú, og mangan siga læraralesandi, at hon er alt ov stutt. Ábøtur eru gjørdar síðstu árini, og hon er longd nakað, men sambært læraralesandi er hon ikki nóg long, og ei heldur nóg væl skipað. Erla Olsen er samd við teimum, sum siga, at hon er ov stutt.
- Vit arbeiða støðugt við at bøta um starvslæruna, men tað er tíverri ikki so einfalt at leingja hana. Eg harmist at siga, at starvslæran er endað sum partur av lønarsamráðingunum millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið. Starvslæruviðbótin, sum lærarin, ið hevur tey læraralesandi, fær í samsýning, er vorðin knúturin. Hetta er tíverri ein spurningur um pengar. Stóð tað til okkum, so fóru tey lesandi ein dag um vikuna í starvslæru, men tað eru pengar ikki til, sigur hon.
Á Námsvísindadeildini viðgera tey í løtuni, um starvslæran skal vera eitt skeið fyri seg, ella um hon skal vera partur av øðrum skeiði. Skipanin er í dag soleiðis, at tann lesandi fer í starvslæru í einari av linjulærugreinunum, sum hann hevur valt, og so skal viðkomandi hava 50 tímar í teirri lærugreinini.
- Í summum lærugreinum kann hetta vera eitt sindur trupult, tí summar lærugreinir hava bara tveir tímar um vikuna. Tí skal tann læraralesandi inn í nógvar flokkar fyri at kunna koma upp á teir 50 tímarnar eftir fimm vikum. Avleiðingin er, at tann lesandi als ikki kemur at kenna næmingarnar nóg væl. Skipanin kundi kanska heldur verið soleiðis, at tann lesandi kemur inn í ein flokk treytaleyst av linjulærugreinini og er í starvslæru í flokkinum.
Starvslæran skal fyrireika komandi læraran, men sama, hvussu væl tú fyrireikar teg, so verður fyrsta árið sum lærari strævið hjá øllum, men sum við øllum, so verður tað lættari við tíðini. Tað ber ikki til at sleppa læraranum undan, at fyrsta árið er strævið, og at tað er ein ávísur hvøkkur.
Starvslærulæraraútbúgving stendur á listanum yvir útbúgvingar, sum fara at verða settar á stovn á Námsvísindadeildini; Lærarafelagið hevur í nógv ár sóknast eftir eini slíkari. Erla Olsen heldur, at ein slík útbúgving hevði verið góð, men nær hon verður sett á stovn, veit hon tó ikki.
- Hetta er ikki nakað, sum vit einsamøll gera av, tí talan er um útbúgving heldur enn einstakar skeiðsdagar. Hetta krevur eitt samstarv við avvarðandi myndugleikar og skúlaleiðslur. Fyri starvslæruna á Námsvísindadeildini hevði ein slík útbúgving verið góð, tí teir flestu lærararnir, sum starvast í fólkaskúlanum í dag, hava útbúgving eftir gomlu skipanini og kenna tí kanska ikki nútíðar læraraútbúgvingina nóg væl, og hvat tann lesandi skal duga. Hetta ósamsvarið er sjálvandi ikki gott, men hevði kunnað verið loyst við at fingið útbúnar starvslærulærarar, sum so taka sær av starvslæruni í skúlunum. Tað hevði heilt víst gjørt starvslæruna munandi betri, sigur Erla Olsen.
Sonni Johnsson og Sveinur Heinason Rasmussen, læraralesandi, siga í samrøðu við Skúlablaðið, at starvslæran er ov illa skipað, og at eingin yvirskipað ætlan tykist vera við henni. “Onkustaðni er okkurt niðurfelt, hvat starvslæran snýr seg um, men eingin ætlan er gjørd um, hvat ein læraralesandi skal ígjøgnum og fáa burtur úr ta tíðina, viðkomandi er í starvslæru. Heldur eingi krøv er. Hetta er á ongan hátt í lagi,” siga teir. Til hetta sigur Erla Olsen, at skipanin við starvslæruni nú er, at hon er knýtt at einum faki.
- Starvslæran er so at siga altíð í einum serligum starvslæruskeiði og er lýst í skeiðslýsing fyri hetta ávísa skeiðið. Í skeiðslýsingini er læruúrtøkan lýst, og har sæst greitt, hvat tann lesandi skal fáa burtur úr starvslæruni, og hvørji krøv eru. Ein annar háttur kundi verið at loyst starvslæruna frá fakunum, soleiðis at tann lesandi heldur er í starvslæru í einum flokki heldur enn einum faki. Starvslæran verður regluliga eftirmett, og síggja vit tørv á broytingum, so verða tær framdar.
Les alla samrøðuna við Erlu Olsen í Skúlablað nr 5, 2020.