Tíðindi

Starvsfólk í Gulaskúla á ferð

Í vár vóru øll starvsfólkini í Gulaskúla, umframt nøkur starvsfólk av Skúlatrøð, námsferð í Keypmannahavn.

24.10.2024

Guliskúli er ein skúli fyri næmingar, sum hava havt tað trupult í fólkaskúlanum. 

Í Gulaskúla er dagurin øðrvísi skipaður, tímatalvan tillagað, og tilgongdin til læring ein onnur. Hetta ger, at nærum allir næmingar fáa fólkaskúlaprógv.

Tilboðið byrjaði í 2008 við trimum næmingum og trimum starvsfólkum. Í dag er skúlin mannaður við 66 næmingum og einum starvsfólkahópi, sum telur yvir 20. Í hópinum eru bæði lærarar og námsfrøðingar.

Fyri at røkka ymsu næmingunum hava vit støðugt tørv á førleikamenning og at leita okkum eftir vitan aðrastaðni. Í tí sambandi kom hugskotið at fara uttanlands. Endamálið við ferðini var at kanna, hvussu líknandi skúlatilboð sum okkara verða skipað, og hvørjum leisti tey arbeiða eftir.

Hetta, at fara uttanlands, hevur leingi verið í umbúna, og endiliga upprann dagurin, tá ið ætlanin gjørdist veruleiki.

Í døgunum frá 22.-25. apríl í ár vóru øll starvsfólkini í Gulaskúla, umframt nøkur starvsfólk av Skúlatrøð, námsferð í Keypmannahavn.

Skráin var rúgvusmikil, og fyri at vitja so nógvar skúlar sum møguligt býttu vit okkum í smærri bólkar. Bólkarnir hava síðani lagt fram fyri hvørjum øðrum og vitanardeilt við framløgum og myndum.

Vitjað varð í hesum viðgerðarskúlum: Sputnik í Rødovre, Sputnik á Vesturbrúgv, Sputnik á Eysturbrúgv, Basen á Eysturbrúgv, Skolen í Peter Vedels Gade, Skolen ved sorte hest á Vesturbrúgv, Barometeret á Amager, Kompasset í Vanløse og Center for skolevægring í Vanløse. Harumframt vitjaðu vit eisini Snoezelhuset, eitt sentur fyri spesialterapi og Play Lab, har arbeitt varð við tøkni og alternativum undirvísingarháttum.

Í høvuðsheitum eru skúlatilboðini í Danmark skipað sum privatskúlar. Kommunalir málsviðgerar gera tilmæli um upptøku í ymsu skúlunum. Næmingagjaldið er lagað eftir tørvinum hjá næminginum, sum verður flokkað í stigum. Sostatt er ymiskt, hvør tørvur og prísur eru fyri hvønn næming.

Vit merktu, at skúlarnir gjørdu nógv burtur úr at marknaðarføra seg við at gera skúlan sjónligan og at vísa á, hvat skúlin stóð fyri. Tað var týðiligt, at ein ávis kapping var millum skúlarnar eftir at fáa næmingar og harvið eisini neyðugu játtanina at reka skúlan.

Nevndu skúlar eru allir fyri næmingar innan normaløkið, tó mest fyri næmingar við avbjóðingum sum ADHD, autismu, ótta, skúlaaftran v.m.

Endurútbúgvingar og skeiðsvirksemi høvdu høga raðfesting í øllum skúlum. Saman við undirvísarum og viðgerum høvdu sálarfrøðingar eisini sína dagligu gongd millum næmingarnar.

Í Skolen ved sorte hest tók fryntliga Anna av Kák, lærari, ímóti okkum. Hon var lærari og hevði ábyrgdina av einum gentubólki í framhaldsdeildini. Anna vísti okkum runt í skúlanum. Skúlin var hugnaligur, men umstøðurnar vóru ikki framúr. Vesið var í garðinum, og inngongdin inn í hvørja stovu var úr túninum. Tú mátti eisini út fyri at koma í eina felags stovu.

Til spurningin um, hvat tað mest sentrala var í undirvísingargongdini, var Anna skjót at svara low arousal og ein narrativ tilgongd til næmingin, har tú setir teg inn í søguna hjá hvørjum einstøkum næmingi. Hon leggur aftrat, at regluliga næmingasamrøðan er týdningarmikil, og at samrøðan er grundarlagið undir einstøku næmingaætlanini.

Low arousal tekur støði í, at næmingar kunnu reagera við avbjóðandi atferð, tá ið teir missa tamarhaldið á sær sjálvum ella missa mótið. Low arousal er ein tilgongd, har starvsfólkini laga seg til einstaka næmingin í sínum samskifti og sínum krøvum fyri ikki at enda í sama kaosi sum næmingurin.

Skúlaaftran er eisini ein stórur trupulleiki í Keypmannahavn. Í Center for skolevægring hava tey ein sokallaðan taskforce, sum tekur sær av at fáa næmingin aftur í skúla. Talan er um smærri toymi, sum burturav hava til uppgávu at fara heim eftir næmingum. Tey nýta ávísar mannagongdir og eru áhaldandi í sínum arbeiði, sum ofta tekur langa tíð. 

Allastaðni, har vit vitjaðu, húsaðust tey í leigaðum hølum. Ofta í einum gomlum bygningi á 2. ella 3. hædd. Tey høvdu eingi serhøli og ongan skúlagarð.

Í ferðalagnum vóru vit samd um, at fysisku karmarnir hjá okkum vóru sera góðir sammett við teirra.

Starvsfólkini í donsku skúlunum vóru hugtikin av, at vit í Føroyum høvdu møguleika at lata næmingar taka 9. floks prógv yvir 2 ár.

Í donsku skipanini er tað soleiðis, at tú nærum missir sambandið við næmingin eftir 9. flokk, tí tey har ikki hava frælsi sum vit at taka fólkaskúlaprógv yvir tvey ár. Tá tíðin er farin í fólkaskúlanum, má annað tilboð finnast til teirra – hetta, bæði um tey hava lokið prógv ella ei.

Hjá okkum síggja vit ein fyrimun við at liva í einum lítlum samfelagi, tí tað er lættari at fylgja næmingunum og hava ávirkan á, hvussu teir mennast og koma víðari í lívinum.

Í skúlanum er lyklaorðið sostatt tíðin, sum er gull verd fyri okkara næmingar, sum frammanundan hava nógv at stríðast við. Strongdin minkar, og ein búning fer fram, sum gagnar næminginum almikið. Endamálið er, at næmingurin skal sita eftir við góðum upplivingum og eini kenslu av at eydnast.

Samanumtikið eru vit sera væl nøgd við námsferðina. Vit fingu staðfest, at okkara arbeiði er á eini góðari leið, at nógv av tí, vit gera í Gulaskúla, minnir nógv um tað, tey gera har.

Við eygleiðingum og góðum samrøðum í huga er nógv, vit kunnu byggja víðari á fyri at gera skúlan enn betri fyri næmingar okkara.

Vit skulu duga betur at skapa holistiskar tilgongdir við næminginum í miðdeplinum og javnan eftirmeta, hvar vit eru, og hvat vit gera. Sjálvandi er supervisjón ein neyðugur partur í hesi tilgongd.

Vit fingu prógv fyri, at næmingarsamrøðan hevur størri grundleggjandi týdning fyri undirvísingar- og trivnaðarætlanina hjá einstaka næminginum, enn vit frammanundan høvdu givið okkum far um. Tí eiga vit at hava hetta í huga, tá vit samrøða við einstaka næmingin, soleiðis at undirvísingin verður betur skipað við støði í næmingasamrøðuni. Besti arbeiðsháttur til hetta er at seta sær smá mál á vegnum og javnan eftirmeta saman við næminginum.

Fyri at kunna lúka krøvini og eydnast sum ein góður viðgerðarskúli má førleikamenning av starvsfólki, foreldrum og avvarðandi fyrst av øllum raðfestast og setast á skránna.

At enda nýta vit høvi til at takka fyri allan tann stuðul, vit fingu, so at ferðin gjørdist veruleiki. Vit takka Tórshavnar Kommunu, Undirvísingarstýrinum, Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag.

Úr Skúlablað nr 5, 2024.

 

 

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni