Leys størv
Vit søkja eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv, við lønarbrotið 0,8, frá 18. mars til 20. juni 2025
Okkum tørvar lærara við áhuga fyri serøkinum til tvílæraraskipan í grunddeild. Tú kemur at undirvísa í rokning, føroyskum, kristni og donskum.
Vit vænta, at tú, undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, er fúsur at taka lut í
dagliga virksemi skúlans. Vit leggja dent á, at tú sum lærari
* vil fevna ymiskleikan, styrkja felagsskapin og stimbra hugin at læra hjá tí einstaka næminginum
* er stundvísin, fyrikomandi og sýnir ein jaligan hugburð til næmingar, læru og menning
* dugir væl at samstarva og samskifta
Í Kvívíkar skúla ganga 72 næmingar, frá 1. til 7. flokki, vit eru ein 5 flokkaður skúli, og tú kemur at vera partur av einum dugnaligum starvsfólkhópi, ið telur 9 starvsfólk. Skúlin liggur serstakliga náttúruvakurt í gangifrástøðu frá Leynasandi, einum hanagleivi frá Stórá - ið rennur gjøgnum bygdina og hvønn dag hitar okkum sinn og skinn við vatnorku - og við okkara egna kálgarð.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.
Hevur hetta fangað tín áhuga, frætta vit fegin frá tær. Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. mars 2025 kl. 12.00.
Umsóknin verður verður send við telduposti til rudi.olsen@skulin.fo og merkt ”starv”. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Rudi Olsen, skúlastjóra, á tlf. 29 24 22