Leys størv

Starv sum varaskúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri

Søkt verður eftir varaskúlastjóra í fast starv at byrja 1. august 2025

Talan er um nýtt starv. Komandi varaskúlastjórin verður partur av einum leiðslutoymi á trý fólk. Skúlin á Argjahamri hevur tveir forskúlaflokkar, eitt serskúlatilboð og 1.- 9. flokk. Nakað yvir 400 næmingar ganga í Skúlanum á Argjahamri.

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum

undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans
dugir at samstarva og er fyrikomandi
er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlaleiðarans.

Harumframt skal varaskúlastjórin

standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning í skúlanum
undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans
vera førur fyri at loysa trupuleikar
skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er Skúlin á Argjahamri. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.Starvið verður lønt í lønarflokki 34-1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann setti er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir

Umsóknir við møguligum viðmælum, c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25.04.2025 kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar um starvið fært tú við at ringja til skúlastjóran á tlf. 224240 ella við at senda teldupost til marin.sigvaldsdottir@skulin.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni