Leys størv

Starv sum skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni

Undirvísingarstýrið sóknast eftir einum dugnaligum stjóra, sum brennur fyri sernámsfrøði og fakligari menning hjá børnum, og sum hevur dirvi og hegni at átaka sær leiðslustarv í Skúlanum á Trøðni.

Starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni verður lýst leyst at seta frá 1. august 2025 ella sum skjótast eftir tað. Í Skúlanum á Trøðni eru skúlaárið 2024/25 í alt 70 næmingar innskrivaðir í skúlaaldri til 18 ár. Starvsfólkaliðið í Skúlanum á Trøðni telur um 40 ársverk.

Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í landinum. Skúlin á Trøðni er á fíggjarlógini sum sjálvstøðugur skúli við stjóra, stýri og upptøkunevnd.

Yvirskipað er skúlin býttur í tveir málbólkar, ið sum meginregla húsast í hvør sínum parti í skúlanum í ovaru ella niðaru lonunum. Ovaru lonirnar fevna um tey børnini, sum byrja í skúlanum og tey børnini, ið hava ein meira umfatandi tørv á stuðli í skúladegnum. Í niðaru lonunum eru børnini, ið hava minni tørv á stuðli í skúladegnum.

Komandi skúlaár byrjar heildagstilboð til næmingar í ovaru lonini í skúlanum. Málbólkurin til heildagstilboðið eru børn, ið hava gagn av; at skúli og frítíðartilboð eru á sama stað, at fast toymi av starvsfólkum eru um næmingarnar, við samanhangandi námsfrøði og mannagongdum. Heildartilboðið fevnir um bæði skúla og frítíðartilboð. Nýggi skúlastjórin hevur evstu leiðslu av samlaða heildagstilboðnum.

Um starvið

Skúlastjórin hevur til uppgávu at:

* tryggja, at sernámsfrøðiliga virksemið fylgir nútíðar rákum á sernámsfrøðiliga økinum

* standa á odda fyri dagførdari, fakligari og sernámsfrøðiligari menning

* tryggja, at heildagstilboðið fer at virka sum ein samanhangandi eind millum skúla og frítíðartilboð

* fremja mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk hava umstøður fyri fakligari menning á serøkinum

* virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti at næmingum og starvsfólkum

* skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd

* fremja gott samstarv millum skúla og heim, tryggja dygd í undirvísingini og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt

* umsita fíggjar- og rakstrarstýring

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava:

* læraraútbúgving

* eftir-/víðariútbúgving innan serøkið

* viðkomandi starvsroyndir

* førleika at taka neyðugar avgerðir, at virka fyri trivnaði og einum mennandi læruumhvørvi

* førleika og dirvi at byggja upp nýtt heildagstilboð saman við øllum avvarðandi

* antin hava ella fara undir útbúgving innan leiðslu

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við fyribils tænastu í Skúlanum á Trøðni. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Starvið er sáttmálasett, og er flokkað í lønarflokki 36.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Lønin er í løtuni 52.240,71 kr. umframt 17% í eftirløn. Verður tænastumaður settur í starvið, varðveitir viðkomandi tænastumannasetan.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og viðmælum skal verða Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. apríl 2025.

Umsóknin verður stílað til: Undirvísingarstýrið ella við t-posti: undirvising@uvs.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Magnus Tausen, tel. 555029, ella senda teldupost til magnust@uvs.fo.

Postsmoga 9

Hoyvíksvegur 72

110 Tórshavn

Undirvísingarstýrið er fyrisitingarlig eind undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum rakstraruppgávum í undirvísingarverkinum.

Sí nærri lýsing á www.uvs.fo og á heimasíðu hjá Skúlanum á Trøðni www.sat.fo.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni