Tíðindi
27.10.2016
Seinastu árini hevur SSP-ráðgevingin savnað áhugaverdar fyrilestrarhaldarar við tí endamáli at kveikja tey, ið eru rundan um børn og ung, tað vil siga lærarar, námsfrøðingar og onnur. Kveikjandi dagurin hevur til endamáls at stimbra tvørprofesionella samstarvið í SSP, soleiðis at login áhaldandi brennur fyri rættindunum hjá børnum og ungum til eitt virðiligt lív.
Fyrst á skránni á SSP-degnum er Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum í Havn; hann fer at hava fyrilestur við heitinum, Øll hava eitt ynski um eitt gott lív. Næst á skránni er Anne Lindhardt, yvirlækni og forkvinna í Psykiatrifonden í Danmark; heitið á hennara fyrilestri er, Det uperfekte menneske har ikke længere sin gang på jorden. Síðan kemur Andy Højholdt, lektari á Professionskúlanum Metropol; hansara fyrilestur eitur Tvørprofessionelt samstarv sum lærusetningur og í verki.
Andriása Dam Joensen, master í útbúgving og ph.d.-lesandi í námsfrøði, fer at røða um verkætlanina TÍTT – at síggja børn í eini viðkvæmari støðu, og at enda kemur Kjeld Fredens, professari á stovninum fyri læring og heimspeki á Ålborg universiteti; hansara fyrilestur eitur At veksa inn í framtíðina.
SSP stendur fyri skúli, sosialir myndugleikar og politi. SSP er formligt samstarv millum Mentamálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Føroya Landfúta, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag.
SSP-dagurin verður í Norðurlandahúsinum 4. november frá klokkan 9-16; tiltakið er ókeypis. Áhugað kunnu siga frá á or@bvs.fo í seinasta lagi í morgin.