Tíðindi
28.11.2016
Í Tú og eg-ráðgevingini merkja tey væl, hvat er uppi í samfelagnum. Verður ljós varpað á kynsligan ágang, fær ráðgevingin nógvar spurningar frá børnum um kynsligan ágang; verður ljós varpað á happing, koma nógvir spurningar um happing.
- Fyrr í ár og í fjør sóu vit, at happing og einsemi eru stórir trupulleikar millum børn og ung. Tað er heilt týðiligt, at spurningarnir, børnini og tey ungu koma við, speglast av, hvat er uppi í samfelagnum, men happing og einsemi rúgva altíð nógv í ráðgevingini, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.
Tú og eg-ráðgevingin hjá Barnabata fær umleið 1 prosent fleiri fyrispurningar enn tann danska ráðgevingin. Hetta skal tó takast við fyrivarni. Børnetelefonen hjá systurfelagsskapinum, Børns Vilkår, hevur seinastu nógvu árini havt eina støðuga framgongd í øllum sínum virksemi, og tí náa tey út til alsamt fleiri børn.
- Hóast Barnabati fær týdningarmiklan stuðul á fíggjarlógini, so er hetta ikki nóg mikið til at miðvíst menna og marknaðarføra ráðgevingina. Sostatt veksur og minkar virksemið ár um ár, og ávísir aldursbólka kenna ikki til ráðgevingina.
Tey árini, tað hevur megnast okkum at arbeiða miðvíst við ráðgevingini, náa vit út til fleiri børn og ung samanborið við Børns Vilkår, sigur Djóni Eidesgaard.
Barnabati, sum rekur Tú og eg-ráðgevingina, hevur nógvar bóltar í luftini. Í næstum fer felagsskapurin undir nýggja ráðgeving, har børn hjálpa børnum; børn senda spurningar inn, sum børn svara. Umframt er felagsskapurin í holt við stóra verkætlan, sum eitur Øll flyta fjøll. Hetta er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at fyribyrgja happing.
- Stevnan hjá Barnabata er rættiliga opin; at byrja við var tað ikki allýst neyvt, hvat Barnabati skuldi taka sær av. Bara eitt ár eftir at Barnabati var sett á stovn í mars í 1980, var ein sálarfrøðilig ráðgeving sett á stovn; Barnabati hevur eisini verið við til at seta barnagarðar á stovn fyrst í áttatiárunum. Barnabati var fyrstu árini virknast uttan fyri Havnina, tí í Havn var ikki so stórur áhugi fyri hesum felagsskapinum. Tá vóru deildir kring landið; seinni var deild sett á stovn í Havn.
Barnabati er ein politiskt og ótrúnaðarligur óheftur landsfelagsskapur. Felagsskapurin hevur seinastu árini fingið 350.000 krónur av løgtingsfíggjarlógini, harav 200.000 eru stílað til ráðgevingina. Fyri at røkka sínum endamálum verður søkt um pening frá fyritøkum, grunnum og stuðli frá okkara borgarum.