Tíðindi

Spennandi framløgur og aðalfundur

Leygardagin 2. apríl klokkan 13 verður aðalfundur í foreldrafelagnum Heimi & Skúla. Fundurin verður í Eysturskúlanum í Havn.

16.03.2016

Á aðalfundinum vera tvær framløgur til íblásturs. Tann fyrra er við Magna á Lakjuni, formanni í skúlastýrinum fyri Eysturskúlan; hann fer at leggja fram úrslit av kanning av internetnýtsluni hjá næmingum skúlans, sum skúlastýrið hevur fingið gjørt. Tann seinna verður við Dagbjarti Debes, lærara á Námsvísindadeildini; hann fer at hava framløgu við heitinum “Eftirmetingar í føroyska fólkaskúlanum”. Framløgurnar taka 15 minuttir hvør; umframt verður tíð til spurningar og kjak. Síðan verður ein stuttur steðgur við kaffi, te og onkrum afturvið. 

Aftaná verður aðalfundurin við skrá sambært lógini:

1. Val av fundarstjóra
2. Val av fundarskrivara
3. Kanna um fundurin er lógliga fráboðaður
4. Ásetan av fundarskrá
5. Ársfrágreiðing
6. Framløga av ársroknskapi til góðkenningar
7. Áseting av limagjaldi
8. Framtíðar mál hjá felagnum
9. Uppskot til samtyktar
10. Val av nevnd
11. Ymist

Tey, ið eru í nevndini í Heimi & Skúla, eru Annika Sølvará forkvinna, Justin Philbrow næstformaður, Olgar Mortensen kassameistari, Tordis Nielsen skrivari, Mildrid á Lógv nevndarlimur og Súsanna Bertholdsen varalimur.

Á myndini er Annika Sølvará, sum hevur verið forkvinna í felagnum í nøkur ár.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni