Tíðindi
22.02.2023
At velja seg inn á ymsar breytar plaga næmingar at gera, tá teir koma í hádeildina. Sankta Frans skúli hevur næmingar í 1.-7. flokk. Tað hevur tó ikki hildið teimum aftur at gera eina roynd við breytum. Fyri at gera síðsta skúlaárið í skúlanum meiri spennandi og avbjóðandi fór skúlin fyri tveimum árum síðan undir eina royndarverkætlan, har næmingarnir velja seg inn á ymsar breytir. Arbeitt verður sambært ásettu førleikamálunum til 7. flokk í galdandi námsætlan.
- Vit tosaðu nokk so nógv um, at í 7. flokki byrjaðu summir nænmingar at blíva eitt sindur skúlatroyttir. Tá næmingar koma í 7. flokk, fyllir tað bókliga nógv av tímatalvuni. Fyri at geva næmingunum – kanska serliga teimum "skúlatroyttu" og teimum ikki so bókligu – eitt meira spennandi og øðrvísi 7. skúlaár fóru vit undir at skipa breytir. Vit hava breytardag mikudag, tí so verður vikan býtt eitt sindur upp. Fyrst eru tveir strævnir bókligir dagar, so ein kreativur/verkligur dagur og so aftur tveir bókligar dagar. Vit hava verið nokk so heppin upp á tann mátan, at flest allir næmingar hava fingið ta breytina, sum var teirra fyrsta val, sigur Aslaug Olsen, skúlastjóri.
Sjeyndi flokkur hevur seks tímar við breyt um vikuna. Breytardagur er mikudag frá 8.00-13.30, og tey hava somu breyt alt árið. Breytirnar, tey kunnu velja ímillum, eru ítróttarbreyt, handverksbreyt og kostbreyt. Allar breytirnar sýnast at vera væl umtóktar. Á ítróttarbreytini eru 24 næmingar, á handverkarabreytini og kostbreytini 12 næmingar hvør.
Undirvísingin verður skipað við undirvísingargongdum innan kjarnuøkini. Velur tú ítróttabreytina, so sleppur tú at royna teg í frælsum ítrótti, fimleiki, rørslu og tónleiki, útilívi, bóltspæli, svimjing og øðrum ítrótt, og so hava næmingarnir tveir tímar um vikuna í ástøði. Útilív fevnir til dømis um fjallatúrar, gongutúrar og útiróður, og svimjing um ymisku svimjuhættirnar, lop av vippu, svimja í klæðum og bjarga umframt leypa á sjógv.
Velur næmingurin handverksbreytina, so sleppur hann at royna seg í ymsum verkligum arbeiði. Breytin leggur í størsta mun dent á verkliga partin, men tó verður eisini arbeitt við ástøði innan handverk. Næmingurin fær ábyrgd og er við til at leggja arbeiði til rættis. Hann sleppur bæði at arbeiða sjálvur við smærri arbeiðum, og í toymum tá størri verkætlanir eru. Og vitjað verður á ymsum virkjum og útbúgvingarstovnum og arbeitt verður við verkætlanum.
Velur næmingurin kostbreytina, er evnið matur, lívsgóðska og mentan í breiðastu merking. Ein týðandi partur snýr seg um at fyrireika, gera og meta um máltíðina, frá hugskoti til matgerð og borðreiðing, umframt serstakar, føroyskar matsiðir, og hvussu matvanar og matsiðir broytast. Undirvíst verður í føðslutilmæli og heilsugóðari føði, matdygd og matspill, grundleggjandi arbeiðshættum og handfaring í hesum sambandi, amboð, innkeyp og trygd. Komið verður eisini inn á at leggja til rættis egnu peninganýtsluna, teir møguleikar og ta ábyrgd, brúkarin hevur at ávirka og at útvega og at brúka vørur.
Breytarskipanin leggur dent á einstaklingin, liðið/bólkin, og hvønn lut og týdning einstaklingurin hevur fyri felagsskapin. Eftir hvørja undirvísingargongd verður eftirmett, um málini eru nádd og undirvísingargongdin framyvir tilrættialøgd sambært eftirmetingunum.
- Undirvísingin er løgd soleiðis til rættis, at vit arbeiða við ymisku økjunum í eitt ávíst tíðarskeið, og partar av undirvísingini ganga fyri seg í hølum úti í býnum. Nú vit hava roynt hetta eina tíð, eru sjálvandi smáar tillagingar gjørdar í samband við undirvísingargongdirnar. Vit fara at hava felags eftirmeting í vár, og tá fara vit møguliga at gera nakrar bygnaðarligar tillagingar. Eg havi akkurát spurt næmingarnar, hvussu teimum dámar breytarskipanina. Øll søgdu seg dáma hana sera væl. Tey orðaðu seg nøkulunda soleiðis: "Eg elski mikudag", "breyt er sjúkliga gott", og "mikudagur er tað besta".
Skúlin fingið játtað tímar til breytarskipanina av játtanini hjá Undirvísingarstýrinum til royndar- og menningarvirksemi.