Tíðindi

Spennandi at ganga á odda í menning skúlans

Í august í 2021 setti Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, Berlys Nordendal í starvið sum skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

10.02.2022

Sum part í greinarøð, har vit hitta nýggjar skúlaleiðarar, hava vit hitt Berlys á máli um starv, ætlanir og vónir.

Berlys býr í Søldarfirði. Hon kom til Føroya úr Venesuela í 2000, 19 ára gomul. Hon tók prógv sum námsfrøðingur í 2013, læraraprógv í 2016, og í vár tók hon prógv sum nýkognitivur sálarterapeutur. Berlys er harumframt í holt við masterútbúgving í leiðslu. Í august í fjør tók hon við sum skúlastjóri í Fuglafirði.

Men hvørjar eru starvsroyndir hennara, áðrenn hon tók prógv sum lærari? 

- Eg tók læraraprógv í 2016 og havi arbeitt sum lærari á Giljanesi frá 2016 til 2020. Harafturat havi eg undirvíst í sponskum í kvøldskúlanum í Tórshavn og arbeitt á Røktar- og ellisheiminum í Runavík. Eisini havi eg arbeitt sum námsfrøðingur í Sambýlinum í Blikagøtu, verið leiðari/námsfrøðingur í ungdómshúsinum á Toftum, tolkur á Gigni og varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla, greiðir Berlys Nordendal frá. 

Hvat er mest spennandi við uppgávuni sum skúlastjóri? 

- Tað, sum er mest spennandi, er at ganga á odda í menning skúlans í nýggjari tíð, at seta mál og leggja ætlanir fyri skúlan, sum stuðla upp undir tað persónliga, sosiala og fakliga hjá tí einstaka næminginum, og ikki minst starvsfólkum skúlans, sigur Berlys Nordendal.  

Berlys var fyrst í starvi sum varaskúlastjóri og hevur nú virkað í skúlastjórastarvinum í eitt hálvt ár. Hvat heldur hon er týdningarmest, tá ein stendur á odda fyri einum skúla?  

- Tað hevur sera stóran týdning at menna og útbúgva starvsfólkini til at útinna sítt arbeiði í samsvari við arbeiðssetningin og strategiina hjá skúlanum. Tað hevur týdning at syrgja fyri, at fólk verða hóskandi avbjóðað, so at tey trívast, motiverast og kunnu vera við til at skapa eina góða og sunna floksmentan í felagsskapinum, sum mennir góðar karmar fyri børnini og eggjar til læring, menning og trivnað hjá hvørjum einstøkum næmingi, metir skúlastjórin. 

Hvørjum fert tú serliga at leggja teg eftir sum skúlastjóri, og hvussu fert tú at mynda skúlan?   

- Vit hava nú fingið ein nýggjan barnaskúla. Nýggi skúlin skal vísa á, at her er skúli, tónleikur og list – og at í Fuglafirði er gott at vera. Skúlin skal vera eitt prýði og ein stoltleiki fyri býin, og tað er mín uppgáva at arbeiða fyri, at hetta verður veruleiki. Arbeitt verður í løtuni við at skapa ein profil við at justera og endurnýggja okkara strategi og visjón, seta mál og leggja ætlanir fyri skúlan, sigur Berlys Nordendal, skúlastjóri í Fuglafirði, har tey í vikuni fluttu í nýggjan skúlabygning. 

Tekstur: Dagfinn Olsen

Stuttgreinarøð:

Í hesi stuttgreinarøð fregnast vit, hvat nýsettir skúlasleiðarar hugsa um nýggja starv sítt, hvørjar royndirnar eru, og hvørjar ætlanir liggja í kortunum.

Les eisini: 

http://larara.net.dynamicweb-cms.com/raðfestir-trivnaðin

http://larara.net.dynamicweb-cms.com/ein-skúli-má-ongant%C3%ADð-leggja-seg-afturá

http://www.skulabladid.fo/ein-skúli-er-eitt-livandi-arbeiðspláss-sum-alt%C3%ADð-eigur-at-vera-%C3%AD-menning

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni