Tíðindi

Soleiðis ávirkar tað heilsuna hjá tær seinni í lívinum, um tú hevur ringan barndóm

Børn, sum hava verið fyri harðskapi, sálarligari sjúku ella rúsevnismisnýtslu í barndómsheiminum, eru í størri vanda fyri at taka heilivág fyri tunglyndi og sovitablettir, tá ið tey gerast vaksin. Tey eru eisini í størri vanda at fáa hjartasjúkur og astma.

11.02.2022

Hvussu nógv hava keðiligar og svárar upplivingar í barnaárunum at siga fyri heilsuna, tú hevur, tá ið tú verður vaksin?

Rættiliga nógv, vísir ein nýggj kanning úr Nýsælandi, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Child Abuse & Neglect.

Vánalig sálarheilsa er nærum tríggjar ferðir vanligari millum tey, sum hava havt tríggjar ella fýra traumatiskar upplivingar í barnaárunum, samanborið við tey, sum hava havt ein góðan barndóm.

Rúsevni, harðskapur, foreldur við sálarsjúku

Granskararnir spurdu tey, sum hava tikið lut í kanningini, um teir høvdu verið fyri einari ella fleiri negativum upplivingum í barndómsheiminum. Tey vórðu eitt nú spurd, um tey høvdu verið fyri kensluligum, likamligum ella kynsligum ágangi, um tey vóru vaksin upp við harðskapi, rúsevnismisnýtslu ella sálarsjúku í heiminum, foreldrum, sum vóru farin frá hvørjum øðrum ella høvdu familjulimir, sum sótu í fongsli.

– Strongdareyðkenni sum hesi í barnaárunum kunnu hava lívlanga og meinska ávirkan á heilsuna hjá fólki, sigur Janet Fanslow, granskari við Universitetið í Auckland í einum tíðindaskrivi. Hon er ein av granskarunum, sum hevur staðið fyri kanningini.

Ringávirkanin kann skapa trupulleikar fyri tey, sum eru vaksin upp við slíkum upplivingum, men eisini fyri heilsuverkið og landsins búskap, halda granskararnir.

Helmingurin hevði ein eydnuríkan barndóm

Granskararnir greinaðu 2.890 svar frá eini kanning um harðskap í familjuni. Kvinnur og menn í Auckland, Northland og Waikato svaraðu í tíðarskeiðnum 2017 og 2019.

Meginparturin hevði verið fyri í minsta lagi einari ræðandi hending sum barn, sum til dømis at verða skeldað av mammuni, pápanum, fosturpápanum ella fosturmammuni.

Ein av trimum av teimum, sum tóku lut, søgdu frá meiri enn einari negativari uppliving.

45 prosent í hesi kanningini søgdu, at tey ikki høvdu verið fyri nakrari negativari hending í barnaárunum í heiminum.

– Álítandi kanning

Anna Luise Kirkengen, granskari, heldur, at kanningin er ógvuliga álítandi. Kirkengen arbeiðir fyri Instituttið fyri samfelagsmedisin og sjúkrarøkt við NTNU, og hon hevur givið nógvar bøkur út um evnið, millum annað «Hvordan krenkede barn blir syke voksne », saman við Ane Brandtzæg Næss.

– Henda kanningin úr Nýsælandi váttar, at nívandi strongd frá barnaárunum hongur saman við kompleksumi heilsubrek.

Øktur vandi fyri varandi sjúku

Sálarheilsan hjá luttakarunum var mett at vera vánalig, um tey høvdu verið sálarliga sjúk í longri tíð. Ella um tey høvdu tikið heilivág fyri tunglyndi ella sovitablettir. Sjálvt tað at hava eina negativa uppliving í barnaárunum, sum at vera vitni til harðskap í familjuni, er tongt at øktum vanda fyri vánaligari sálarheilsu.

Hesi fólkini vóru í størri vanda at fáa strongd, angist og tunglyndi. Tey, sum høvdu verið fyri trimum ella fýra negativum upplivingum, eru í øktum vanda fyri at dragast við varandi sjúku. Og børn, sum høvdu verið fyri fýra ella fleiri skakandi hendingum, vóru í øktum vanda fyri at fáa varandi sálarligar heilsutrupulleikar sum vaksin.

Hjartasjúka og astma

Vaksin við døprum minnum frá barndómsheiminum høvdu eisini ymiskt likamligt at dragast við. Tey, sum høvdu verið fyri skakandi hendingum, vóru í størri vanda at fáa hjartasjúkur og astma. Vandin fyri at fáa hjartasjúku øktist millum tey, sum høvdu verið fyri kensluligum og kynsligum misbrúki, verið vitni til harðskap í familjuni ella búðu í einum heimi, har annað av foreldrunum var misnýtari. Vandin fyri astma øktist millum teirra, sum høvdu foreldur, ið drógust við rúsevnismisnýtslu, sálarsjúku ella hjúnaskilnaði.

Samfelagsstættin undirorðnað

Heilsutrupulleikar kunnu eisini koma av orsøkum, so sum arvi ella fíggjarviðurskiftum. Men granskararnir aftan fyri nýggju kanningina bóru eisini saman við slík viðurskifti og komu til ta niðurstøðu, at sosiofíggjarligar orsøkir einki kunnu siga um hetta sambandið. Tey, sum svaraðu, at tey høvdu negativar upplivingar í uppvøkstrinum, fingu verri heilsu, óheft av góðum fíggjarviðurskiftum.

– Tað er nýtt fyri okkum og áhugavert, at sosiofíggjarlig viðurskifti lítið og einki ávirka koplingar millum óhepnar upplivingar í barnaárunum og sjúkur, sigur Kirkengen.

Sambært Kirkengen var tann fyrsta sokallað ACE-kanningin almannakunngjørd í 1998. ACE stendur fyri tyngjandi og skaðiligar barndómsupplivingar – adverse childhood experiences.

– Tað, vit eru komin fram til, byggir á ymsan hátt undir úrslitini frá líknandi kanningum úr ymsum londum, sigur hon.

Stórir spurningar

Granskarar hava leingi vitað, at hava barnaárini verið svár og trupul, so er rættiliga sannlíkt, at ein seinni stríðist við ymsar sjúkur, serliga varandi, samansettar og invaliderandi sjúkur, sigur Kirkengen.

Granskararnir vísa aftrat á, at vit hava fingið nógv størri vitan um, hvussu sambandið skal skiljast. Tað snýr seg um djúpa, kompleksa órógv av týðandi skipanum í kroppinum, sum hava nógv at siga fyri heilsuna og lívsdygdina, sigur hon.

– Úrslitini seta spurnartekn við, hvussu vit áður hava hugsað tað mentala og kropsliga at hanga saman, sigur hon.

Vanrøkt kann eisini skaða

Kirkengen heldur, at tvey viðurskifti í kanningini hava serligan áhuga. Hóast barnið hevur kensluna at vera elskað og virðismett, minkar tað ikki um sambandið millum óhepnar upplivingar í barnaárunum og sjúku, vísir hon á.

Hvussu skaðilig vanrøkt kann vera, er kanska tað týdningarmesta úrslitið í kanningini, heldur Kirkengen:

Nógv børn, sum ikki kenna seg vera elskað ella virðismett, eru í størri vanda at gerast sjúk, hóast tey ikki hava verið fyri ítøkiligum óhepnum ella skaðiligum upplivingum í barnaárunum.

– Tað bendir á, at fær eitt barn ikki kærleika, umsorgan og viðurkenning, kann tað føra til, at tað seinni fær vánaliga heilsu. Tað er hugvekjandi, at hetta sambandið er so týðiligt í kanningini, sigur Kirkengen.

Fyribyrging

Granskarar halda, at tað hevur týdning at forða fyri sosiofíggarligum munum í barnafamiljum.

– Skipanir, sum hava til endamáls at minka um fátækradømi, hava týdning í sjálvum sær, men tær eru ikki nóg mikið at strika negativar barndómsupplivingar, halda Fanslow og hinir granskararnir í kanningini.

Granskararnir vóna, at kanningin kann vera við til at leggja størri dent á fyribyrging og í størri mun enn tað verður gjørt gera inntriv í heimum, har børn ikki hava tað gott.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni