Tíðindi
03.02.2017
Altjóða kanningar, so sum PISA frá 2012, vísa, at stórir munir eru í lesiførleikunum hjá gentum og dreingjum nógva staðni, eisini í Noregi, haðani hesi ráðini niðanfyri stava.
- Vit síggja mangan, at góð málspøl hava størri áhuga millum gentur enn dreingir, men tað ber til at fáa dreingirnar við eisini, sigur Trude Hoel, granskari á Lesisentrinum í Stavanger.
Krøk teg í áhugan hjá barninum
Mangan er áhugin hjá børnunum sum smáar farsóttir, bæði hjá dreingjum og gentum. Kanska eru børnini upptikin av sjórænarum, dinosaurum ella superhetjum? Vel bøkur, sum snúgva seg um tað, sum børnini longu eru upptikin av.
Hugsa um, hvørja bók, tú velur
Tað er ein sannroynd, at tað eru fyri ein stóran part konufólk, sum arbeiða á dagstovnum. Ert tú konufólk, so hugsa um tín persónligi áhugi ávirkar bøkurnar, tú velur. Vel bøkur, sum snúgva seg um tað, ið upptekur børnini.
Set saman lesibólkar
Hugsa um, hvørji børn á stovnunum hava somu áhugamál og hóska saman málsliga, og skipa fyri lesivirksemi, sum er tillagað henda bólkin.
Møt barninum, har tað er
At gera ítriv og um somu tíð práta saman stimbrar málið hjá børnunum meiri enn tað, sum fer fram her og nú, og tað er umráðandi at fáa børnini við í slíkar samrøður. Legg merki til, um tað er kynsmunur, tá ið tit gera ítriv. Eru dreingirnir meiri upptiknir av at spæla bil ella øðrum, sum fer fram á gólvinum? Um so er kunnu tit flyta prátið til at fara fram, har teir vilja vera og fá dreingirnar við, har teir eru. Kanska talar tilfarið, sum verður brúkt, tá ið tit gera ítriv, mest til gentur? Umhugsa at velja annað tilfar og fá dreingirnar við á tann hátt.
Legg dent á humor
Piss, kukkur, prumpur … Smábørn og vaksin eru ikki altíð samd um, hvat er stuttligt, men eins og hjá vaksnum er humor ein tryggur vinnari fyri at vekja lesiáhugan hjá børnum. Nógvar bøkur spæla upp á piss-og-prump-humor, og tær kunnu skapa stóran eldhuga og gleði. Tak hesar bøkurnar fram.
Ger børnini spent
Tosa um bókina, áðrenn tit fara undir at lesa hana; á tann hátt gera tit børnini spent. At vera spent til at hoyra søguna er umráðandi fyri lesigleðina. Tað kann vera so einfalt sum at siga við børnini, at ”í morgin fara vit at lesa eina ordiliga spennandi sjórænarasøgu!” Tit kunnu eisini skapa spenning við at gera eitthvørt serligt burtur úr onkrari bók, til dømis lata tykkum í sum tey, sum eru í bókini.
Lesing fast á skránna
Nógva staðni er tað upp til børnini um tey vilja lurta eftir søgu. Er tað so, er tað mangan børnini, sum eru væl fyri málsliga, sum velja at lurta; tey, sum ikki eru so væl fyri og tørvar mest at hoyra søgu, velja okkurt annað. Tí eigur tað ikki at vera upp til børnini, um tey vilja lurta.
Menn og pápar: verið fyrimyndir
Mannlig starvsfólk á dagstovnum eiga at lesa fyri børnum og taka lut í lesivirksemi í so stóran mun sum til ber og vísa á, hvussu stuttligt tað er at lesa og lurta eftir søgu. Dreingir identifisera seg við mannfólk heldur enn konufólk. Tosa um týdningin av at pápar lesa fyri børnunum eisini og minn pápar í dagstovninum á, hvussu týdningarmiklir teir eru sum fyrimyndir fyri synirnar.
Kelda: http://lesesenteret.uis.no