Tíðindi

Soleiðis bøta vit um trivnaðin í fólkaskúlanum

1. apríl er evnisdagur í Norðurlandahúsinum við Svend Brinkmann, Anju Kristine Hvidberg Olsen og Rasmusi Alenkær. Heitið á evnisdegnum er børn, ung og sálarheilsa: Trivnaður og læring í barnagarði og skúla.

03.02.2025

Svend Brinkmann, professari í sálarfrøði, Anja Kristine Hvidberg Olsen, eigari av væl umtóktu konsulentfyritøkuni Relationsformidlerne, og Rasmus Alenkær, lærari og sálarfrøðingur, fara at viðgera og undirvísa í, hvussu fakfólk kunnu venda gongdini við vaksandi mistrivnaði millum børn og ung seinastu árini.

Svend Brinkmann skrivar, at í dag hevur sjeyndi hvør unglingi, sum er 17 ára gamal ella gomul, eina psykiatriska diagnosu, og nýggjastu tølini benda á, at hesi hagtøl einans fara at vaksa. Í løtuni er einki, sum bendir á, at neiliga gongdin fer at venda. Hetta er sjálvsagt ikki ein gongd leið, tí menniskjasligu og fíggjarligu avleiðingarnar eru stórar, Svend Brinkman fer tískil á hesum evnisdegi at koma við sínum boði uppá, hví mistrivnaðurin seinastu árini hevur verið vaksandi, umframt at hann fer at geva áhoyrarunum loysnir, sum hann metir kunnu skapa betri trivnað og læring millum børn og ung. Hesar loysnir fara samstundis at skapa betri stovnar og fólkaskúla, metir Svend Brinkmann.

Fyrilesturin hjá Svend Brinkmann hevur heitið: Mistrivselskrisen: Hvad skyldes den, og hvad kan vi gøre ved den? 

Anja Kristine Hvidberg Olsen telist millum mest umbidnu fyrilestrahaldarar í Danmark seinastu árini innan námsfrøði, og hon er eisini háaktuell við nýggju bókini En ny vej til konflikthåndtering i skolen. Anja fer millum annað at hugleiða um týdningin av, hvussu vit síggja, møta og skilja børn. Gamli skúlin við straf og belønning er ikki ein gongd leið, og Anja fer at koma við ítøkiligum boðum uppá, hvussu vit kunnnu skilja og møta børnunum og teimum ungu á ein hátt, sum byggir upp heldur enn at brýtur niður. Fyrilesturin við Anju Kristinu Hvidberg Olsen hevur heitið: Pædagoger passer ikke børn! De understøtter mennerskers udvikling!

Rasmus Alenkær hevur 30 ára royndir at arbeiða við børnum og ungum. Umframt at vera lærari og sálarfrøðingur hevur Rasmus skrivað kendar bøkur um frálærufrøði og verið vertur á poddcast-røðini Børnepsykologi. Rasmus metir, at vit eru farin ov langt burtur frá felagsskapinum. Hann sigur, at skulu vit hava ein skúla, har øll trívast og læra, so má kenslan av at vera partur av einum sterkum og sunnum felagsskapi styrkjast. Hvussu starvsfólk kunnu stuðla undir góða felagsskapin í skúlanum fer Rasmus Alenkær at hugleiða um við fyrilestrinum: Pædagogisk værtskab og forpligtende fælleskaber!

Evnisdagurin, sum ber heitið Børn, ung og sálarheilsa: Trivnaður og læring í barnagarði og skúla, verður hildin í Norðurlandahúsinum 1. apríl.

Luttøka fæst við at skriva ein teldupost til salarfrodi@salarfrodi.fo

Fyritøkan Sálarfróði skipar fyri tiltakinum.

Sjónband: https://www.facebook.com/reel/908725854761399

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni