Tíðindi

Sofaforeldur flyta ikki fjøll – reis teg upp!

Annika Sølvará, forkvinna í Heimi og skúla og skúlastýrislimur í skúlastýrinum í Skúlanum á Fløtm í Havn, hugleiðir

27.10.2016


Eg var á politiska valfundinum í Sankta Frants skúla í gjárkvøldið, har ein foreldrabólkur aftur hevði sett ynskið um framhaldsdeild á skúlanum á politisku dagsskránna. Hetta er annar almenni politiski fundurin um evnið í ár. Eg rokni við, at tað vóru nærri 150 enn 100 fólk á fundi.

Uttan at fara í kjakið um, hvat eg haldi um málið ,ella hvat man fara at henda uppundir ella aftan á valið, so fegnist eg veruliga um at síggja áhugan, viljan og orkuna hjá foreldrunum á hesum skúlanum. Tað er ein fragd at síggja og hoyra eina rúgvu av foreldrum kjakast siðiliga og inniliga um mál, sum tey brenna fyri. Tað er fantastiskt at síggja tey krevja politikarar at svara uppá ítøkiligar spurningar og støður og halda teimum fast í tí, teir hava sagt og gjørt frammanundan um málið.

Hetta síggja vit alt ov lítið av í Føroyum í dag. Fólk práta eina rúgvu, skriva á Facebook, men sjáldan á fundum. Skal tað eydnast at fáa foreldur at koma á felagsfund á skúlanum er neyðugt at hava annaðhvørt ein góðan fyrilestur á skránni ella eina ordans konflikt. Tað tykist ikki vera nokk at koma at umrøða, hvussu støðan er, hvat er gott og hvat hond má takast upp. Tað gevur at býta við uppmøtingini til uppstilingarfundir á skúlum við fleiri hundrað næmingum, har tað møta 5-15 foreldur. Hetta eru fleiri dømi um hesa vikuna.

Eg havi sitið í skúlastýrinum fyri Venjingarskúlan og síðani samanleggingina Skúlan á Fløtum í skjótt 4 ár og verið í nevndini fyri Heim og Skúla næstan líka leingi. Hetta hevur verið bæði avbjóðandi, spennandi og frustrerandi, og eg havi langt frá nátt teimum málum, sum eg setti mær fyri. Hetta harmar meg, men eg veit, at eg havi roynt og at okkurt er flutt tann vegin, sum eg og onnur hava ynskt.

Tað, sum hevur undrað og ørkymlað meg mest hesa tíðina, er manglandi røddin hjá foreldrum í almenna rúminum. Eg veit, at fólk á okkara skúla hava eina rúgvu av meinginum um skúlan, um karmarnar, um hvussu skúlin er skipaður og so framvegis. Tey hava bæði kritikk og góð hugskot. Tað veit eg, tí tey siga tað við meg ella við onnur bæði munnliga og skrivliga, men tey tykjast ikki gera vart við seg á rætta stað. Tað sama hoyri eg frá øðrum skúlastýrislimum kring landið.

Ert tú foreldur at einum barni í fólkaskúlanum? Eru tað viðurskifti, sum tú heldur vera ordiliga góð ella sum mugu broytast? Sig tað! Sig tað klárt og týðiliga, so onnur hoyra ella lesa tað! Sig tað við tey, sum kunnu gera nakað við málið! Riggar tað ikki, so sig tað við onkran annan! Krev tín og barnsins rætt! Samstundis mást tú eisini taka ábyrgd! Tú hevur sum foreldur stóra ávirkan á karmarnar hjá tínum barni í skúlanum. Eitt virkið og konstruktivt samskifti millum heim og skúla kann flyta fjøll.

Eg fari við hesum at heita á øll foreldur og verjar hjá teimum næstan 800 næmingunum á Skúlanum á Fløtum og hjá øllum hinum næmingunum í Føroyum: Umhugsa at stilla upp til skúlastýrival ella at tryggja tær, at tað eru fleiri foreldur, sum bjóða seg fram at umboða tíni og tykkara áhugamál. Far á kommunustýrisval og skúlastýrisval 8. november og vel fólk, sum tú hevur álit á kunnu gera nakað munagott fyri skúlan.

Tað tekur nakað av tíð at luttaka í skúlastýrisarbeiði, men hetta er væl útgivin tíð, sum kemur øllum pørtum skúlans til góðar. Ivast tú, so spyr onkran, sum hevur sitið í skúlastýri seinastu árini.
 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni