Bloggur

So telja vit niður ...

Rebekka á Neystabø Jacobsen, læraralesandi á Námsvísindadeildini á fjórða ári, bloggar

06.12.2018

So vøkur sjón at vakna upp til fyrstu kavaflykrurnar. Inn í stovuna, ið er pyntað til jóla. Ein heitan cafelatté við kaneli og jólatónleik frá. Angin av klementinum á borðinum. Pakkin til sonin er hongdur upp á jólakalendaran. Skundi mær at gera smá nissu-fótaspor við mjøli, so eg sleppi at síggja spenta smílið um andlitið á honum. Ein fantastisk tíð. Niðurteljingin er av álvara skotin í gongd; 1 dagur til omman úr Danmark kemur til jóla, 3 dagar til føðingardagin hjá soninum, 19 dagar til jólaaftan og 100 dagar til termin. Her er nokk á skránni, sum altíð, og nógv at fyrireika.

Hekk mær hosuna upp í gjár við vón um, at ein fittur vættur eisini kom at vitja meg. Hægst á ynskilistanum, fyri ikki at siga einasta ynskið, var, at skrivliga uppgávan fór at møta míni sjón, tá eg spent fór at hyggja í hana í morgun ... øv! Við síðuna av lá ógoldna parkeringsbótin og flenti at mær – back to reality. Jólini fara altíð at vera ein fantastisk tíð í mínum eygum. Fari altíð at gleða meg alt ov tíðliga og byrja at pynta fyrst í november, men eg má nokk ásanna, at eg ikki sleppi at lata mína jólaligu barnasál koma heilt til sín rætt, fyrr enn síðsta uppgávan hesumegin jól er skrivað og latin inn.

Vit hava nú havt okkara síðsta undirvísingardag hesumegin jól. Har varð tosað nógv um uppgávuna, og fyri at enda dagin eitt sindur hugnaligari og avleiða tankarnar frá uppgávuni eina løtu høvdu vit í flokkinum ein ‘potluck dinner’ í kantinuni. Kantinan ... ið var karmur um sosiala lívið her á deildini, tá vit byrjaðu her. Her fekk man prátað og flent í hvørjum steðgi og prátað við floksfelagar og onnur um alt annað enn júst tað, ið gekk fyri seg í tímanum; og tað fekk samstundis fólk at fara úr flokshølunum, tí man visti at man fann flest øll í kantinuni í steðginum. Nú so myrk og køld og lívleys. Ikki sæst nógv til onnur á deildini, enn at man av tilvild rennir seg í onkran á veg eftir einum magn-kaffi. Tað var gott líka hava eina hugnaliga løtu í kantinuni aftur við fittum floksfeløgum og lærara. Nú eru ikki nógvir undirvísingardagar eftir av skúlaárinum. Eftir jól er starvslæra á skránni, og stutt eftir tað fari eg í barsil. Fjórða árið... tíðin gekk skjótt hóast alt.

Nú at lesa um teir tríggir vísmenninar aftur; Vygotsky, Chomsky og Skinner. 12 dagar til innlating ... teir fara uttan iva at ganga skjótt eisini!

 

Gleðilig jól

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni