Tíðindi

Smáskúli í stórskúla

Nýggi lærarin í Stóru Dímum, Beinta Hjelm, hevur bara verið lærari í oynni síðan hetta skúlaárið byrjaði, men longu nú sigur hon seg stórtrívast við sínum báðum næmingum í pinkuskúlanum, sum fyrisitingarliga er ein partur av Føroya størsta skúla, Skúlanum á Fløtum í Havn

01.09.2016

Beinta Hjelm hevur tveir næmingar í sínum lítla skúla í Stóru Dímun. 11 ára gamli Sproti gongur í 5. flokk, og 12 ára gamla Døgg gongur í 7. flokk. Foreldur Sprota og Døgg eru bóndahjúnini Eva og Jógvan Jón úr Dímun, sum annars eru læraralærd bæði tvey. Og her er hóskandi at leggja aftrat, at tey bæði, Eva og Jógvan Jón, eru sera væl nøgd við avtaluna við Skúlan á Fløtum um, at skúlin í Dímun er ein deild av Skúlanum á Fløtum.

Í Dímun hava tey avtalu við Skúlan á Fløtum í Havn, har Beinta er sett í lærarastarv. Sproti og Døgg hoyra til har, og Beinta er í Skúlanum á Fløtum ið hvussu er seks vikur um árið. Børnini eru eisini í skúla í Havn í eina viku í senn í til samans seks vikur um árið.

Børn, sum ikki ganga í tí, vit rópa ein vanligur skúli, skulu ganga í einum meginskúla minst seks vikur um árið. Tað vil siga, at tey kunnu leggja vikur aftrar. Til dømis ganga dímunarbørnini í meginskúlanum í Havn tvær vikur eyka í januar næsta ár. Altso átta vikur í Havn hetta skúlaárið.

Eva og Jógvan Jón hava hús og familju í Havn, so børnini eru altíð í góðum hondum.

Skúlin á Fløtum sendir lærarar út í Dímun, har Beinta er høvuðslærari meginpartin av árinum. Av og á taka tríggjar aðrir lærarar eina viku í part í Dímun. Hesir tríggir fara út at avloysa Beintu, so hon hevur starvsfelagar, og næmingarnir báðir síggja onnur fólk enn "bara" Beintu.

- Eg plagdi at leggja skemaið sjálv, sum eg vil. Mínir næmingar her skulu hava somu fak og sama tímatal sum teir á meginlandinum, sigur Beinta Hjelm, dímunarlærari.

Hon roynir at seta fakini saman, soleiðis at børnini verða undirvíst samstundis, sum tað ber til at gera. Báðir næmingarir hava danskt í senn, tá Beinta undirvísir í donskum. So eru tað summar lærugreinir – eitt nú lívfrøði og landafrøði – sum annar ikki hevur, men so hevur hin náttúru og tøkni og aðra lærugrein, sum Døgg hevur í sjeynda.

Viðhvørt, tá ið Sproti hevur náttúru og tøkni, lesur Døgg. Ein dag hevur hon alis- og evnafrøði, og hann hevur handaverk og list. Hann hevur tó ikki so nógvar tímar í handaverki og list sum hon, tí soleiðis er at vera yngri.

- Soleiðis fær hann arbeitt eitt sindur meiri leyst. Eg seti hann í gongd við tað, sum hann skal, og so eri eg mest hjá henni, og tá kunnu vit finna upp á at seta okkum út í køkin ella upp í sofuna. So – tá ið hann hevur brúk fyri hjálp – biður hann meg koma og hjálpa, og tað geri eg.

Í Stóru Dímun er skúlin innrættaður í einum vøkrum, sera praktiskum húsum, har lærarin býr, men Beinta fær sær morgundrekka á garðinum hjá Evu og Jógvan Jón, og har heldur hon til, tá ið máltíðirnar eru.

Tey fara í skúla klokkan átta og hava morgunsang – sum avtalað er – hvønn morgun.

- Tað vilja foreldrini fegin hava fyri at byrja dagin upp á ein góðan máta. Vit syngja ein sang og biðja Faðirvár, og skúladagurin er settur.

Tey fara oman at eta morgunmat klokkan hálvgum tíggju. Síðan fara tey niðan aftur til klokkan hálvgum tólv. So oman aftur til døgurða. Vanliga er longsti skúladagur í vikuni til klokkan eitt korter til trý. Annars til klokkan hálvgum tvey, og fríggjadag eru tey liðug klokkan hálvgum tólv.


Myndin: Beinta Hjelm, lærari í Stóru Dímun, millum sínar báðar næmingar, Døgg og Sprota

Um Stóru Dímum:


Búsitandi: 5 vaksin og 4 børn

Stødd: 2.65 km²

Hædd: 395 m (Høgoyggj)

Áseyðatal: 450

Markatal: 13

Húsdjór: Neyt, gæs, dunnur, føroysk ross og 7 seyðahundar.

Høvuðsvinna: seyðahald

Hjávinna: Fuglaveiða, slaktineyt, partvís ferðavinna og víðari framleiðsla av skinnum.

Ferðasamband: Mikudag, fríggjadag og sunnudag. (Tyrlan)

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni