Tíðindi

Skúlin í Fuglafirði ger seg til reiðar til forskúla

- Tá ið børn eru um 6 ára aldur, eru tey klár at læra, og tey flestu ynskja annað enn eitt barnagarðstilboð, sigur Ólavur Thomsen, skúlastjóri í Fuglafirði.

26.09.2016

Í sambandi við at nýggjur barnaskúli verður bygdur í Fuglafirði, er spurningurin um forskúla í Fuglafirði aftur aktuellur.
- Spurningurin um forskúla hevur ofta verið uppi at vent í Fuglafjarða skúla. Í Fuglafirði hevur kommunan eitt tilboð til børn í 6 ára aldrinum á Kambsdali, kommunan metir, at hetta er eitt haldgott tilboð. Men við ætlanini at byggja ein nýggjan barnaskúla, er gjørt av at byggja høli til ein forskúla og frítíðarskúla. Tað er tó eingin avgerð tikin enn, um forskúlin skal vera undir skúlanum ella kommununi, tað vil siga við somu leiðslu sum í tilboðnum á Kambsdali. Bygginevndin hevur mælt til at seta á stovn forskúla, meginparturin af starvsfólkunum í skúlanum, serliga leiðarin, ynskir ein forskúla, men skúlastýrið er ikki samt um málið, sigur Ólavur Thomsen, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

Ólavur Thomsen heldur, at nógv talar fyri at seta á stovn forskúla.
- Tá ið børn eru um 6 ára aldur, eru tey klár at læra, og tey flestu ynskja annað enn eitt barnagarðstilboð. Nógv børn í hasum aldrinum keða seg í barnagarðinum. Skúlin hevur møgulleika at geva teimum eina góða og róliga skúlabyrjan, har tey "læra" at ganga í skúla. Tá tað er sagt, so ynski eg ikki at flyta 1. floks undirvísingina niður í forskúlan, men heldur geva børnunum møguleikan til læring ígjøgnum spæl. Skúlin fer betur at megna at taka ímóti teimum, tá ið tey byrja í 1. flokk, og næmingurin fær frá fyrsta degi í fyrsta flokki ta røttu hjálpina. Fleiri og fleiri lærarar ynskja ikki at vera flokslærari í 1. flokki, tí at mesta orkan fer til uppaling heldur enn til undirvísing. Fáa børnini møguleikan at "renna hornini av sær" í forskúlanum, trúgvi eg, at tey eru búnari at byrja í 1. flokki.

Til samans er 206 forskúlanæmingar skúlaárið, sum júst er byrjað. Í Eiðis skúla eru 10 næmingar í forskúla, í Runavíkar kommunuskúla 36 næmingar, í Sankta Frans skúla 47 næmingar, í Skúlanum á Argjahamri eru 23 næmingar, í Eysturkommunu eru 35 næmingar, í Frískúlanum Kelduni eru 35, í Lítlaskúla eru 13 næmingar og í Skála skúla eru 7 næmingar. Til 2010 var tað bara Sankta Frans skúli í Havn, sum hevði forskúla; Skúlaspírin í Eysturkommunu er tann fyrsti, sum kom eftir tann í Sankta Frans, sum hevur hálva øld á baki, og síðan eru teir vorðnir 8 í tali.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni