Tíðindi
27.03.2025
Starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni verður lýst leyst at seta frá 1. august 2025 ella sum skjótast eftir tað. Í Skúlanum á Trøðni eru skúlaárið 2024/25 í alt 70 næmingar innskrivaðir í skúlaaldri til 18 ár. Starvsfólkaliðið í Skúlanum á Trøðni telur um 40 ársverk. Jan Christiansen hevur verið stjóri nógvu tey seinastu árini.
Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í landinum. Skúlin á Trøðni er á fíggjarlógini sum sjálvstøðugur skúli við stjóra, stýri og upptøkunevnd.
Komandi skúlaár byrjar heildagstilboð til næmingar í ovaru lonini í skúlanum. Málbólkurin til heildagstilboðið eru børn, ið hava gagn av; at skúli og frítíðartilboð eru á sama stað, at fast toymi av starvsfólkum eru um næmingarnar, við samanhangandi námsfrøði og mannagongdum. Heildartilboðið fevnir um bæði skúla og frítíðartilboð. Nýggi skúlastjórin hevur evstu leiðslu av samlaða heildagstilboðnum.
Les meiri um starvið her