Tíðindi

Skúlin á Giljanesi skal hava nýggjan stjóra

Hevur tú áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka tær eitt leiðslustarv í einum av størru fólkaskúlunum í Føroyum? So er nú møguleki fyri at søkja starvið sum skúlastjóri á Skúlanum á Giljanesi.

15.10.2024

Starvið sum skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi er lýst leyst at seta frá 1. desember 2024 ella sum skjótast eftir tað. Í skúlanum á Giljanesi eru skúlaárið 2024/25 í alt 315 næmingar innskrivaðir í 1. - 10. flokk. Skúlin fevnir eisini um sertilboðið Pallin við 24 næmingum, sum er skipaður saman við Sørvágs skúla og um Virkisbreytina, sum er felags verkætlan saman við Vága kommunu fyri børn við skúlaaftran.

Starvsfólkaliðið í skúlanum á Giljanesi er um 36 ársverk. Les lýsingina her: https://skulabladid.fo/Default.aspx?ID=8845&Purge=True


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni