Tíðindi
29.04.2020
Skúlin á Fløtum er størsti skúli í landinum, og í august tekur hann í nýtslu nýggjan bygning á Fløtum í Havn. Tá verða næmingarnir savnaðir, tó ikki allir, tí summar deildir fara framvegis at halda til í øðrum bygningum, sum skúlin ræður yvir. Nýtt í skúlanum verður forskúlin, sum byrjar við tveimum flokkum, 44 næmingar til samans.
Í Skúlanum á Fløtum fara komandi skúlaár at ganga um 775 næmingar í 0. –9. flokki. Bygnaðarliga er skúlin annars skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 0. -7. flokki og fimm flokkum í ávikavist 8. og 9. flokki umframt sertilboðið 4-10 við 30 næmingum og Lopfjølina við 10-12 næmingum.
Í lýsingini eftir lærara verður sagt, at í forskúlanum fara tey umframt leik og læru eisini at leggja dent á rørslu og motorikk herundir fimleik og ítrótt. Tí er motorikskeið ella líknandi royndir ein avgjørdur fyrimunur umframt at svimjilæraraprógv er eitt krav.
Freistin at søkja starvið er 12. mai. Lýsingina sært tú her:
http://www.skulabladid.fo/l%C3%A6rari-til-forsk%C3%BAlan-%C3%AD-sk%C3%BAlanum-%C3%A1-fl%C3%B8tum