Tíðindi
20.01.2021
Tá ið skjøtul var settur á verkætlanina at byggja nýggja skúla við Streymin, var ætlanin at leggja smáu skúlarnar saman við táverandi skúlunum, Felagsskúlanum og Norðskála-Oyrar skúla. Fólk í Hósvík og Hvalvík tóku ikki væl ímóti hesi ætlanini, og tá ið ein fólkaatkvøða staðfesti, at fólk vildu varðveita skúlarnar í báðum bygdunum, tódnaði Skúlin við Streymin eitt sindur. Sostatt eru tríggir skúlar í Sunda kommunu: í Hósvík eru 10 næmingar í 1.-3. Flokki, í Hvalvík eru 23 næmingar í 1.-3. Flokki, og í stóra Skúlanum við Streymin eru 242 næmingar í 1.-10. flokki. At meginskúlin hevur fingið so góðar og nýtímans karmar í einum spildurnýggjum skúla, ger, at tað eisini er næmingatilgongd úr bygdunum, sum vilja varðveita bygdaskúlarnar.
- Vit hava næmingar úr teimum smáu bygdunum, sum kundu gingið í skúlunum har, og eg síggi tað eisini í tilmeldingini til fyrsta flokk, har foreldur vilja hava børnini at byrja í okkara skúla. Hóast næmingatalið í Hvalvík-Streymnesi fyri hvønn árgang er nærum líka stórt sum í Skúlanum við Streymin, so rokni eg við, at um eini 10 ár eru fáir næmingar eftir í smáu bygdunum. Og tað er ikki tí, at tað ikki er gott at ganga í bygdaskúlunum, men tí stóri skúlin hevur meiri at bjóða. Tankin aftanfyri at leggja skúlarnar saman er eitt nú, at næmingarnir skulu hava eitt betri fakligt og sosialt tilboð; tað er lættari at finna aðrar næmingar at vera saman við í einum skúla á stødd við Skúlan við Streymin enn í einum lítlum bygdaskúla; tað er lættari at finna ein út av 28 enn ein út av 4 at vera saman við. Vit síggja tað týðiliga, at tá ið flokkarnir gerast størri, eru útlitini at finna onkran at vera saman við størri. Í smáu bygdunum eru ikki somu møguleikar, har kanst tú í grundini vera tann einasti í tínum árgangi, sigur Sonni Djurhuus, skúlastjóri.
Skúlin við Streymin er tó ikki einasta alternativið hjá næmingum í Sundalagnum. Hósvík liggur tætt uppat Kollafirði og Havnini; hóast hósvíkingar vilja varðveita bygdaskúlan, so eru tað næmingar í Hósvík, sum fara aðrastaðni at ganga í skúla, til dømis til Havnar, serliga um foreldrini arbeiða í Havn.
- Tímatalvan í Skúlanum við Streymin er løgd eftir skúlabussinum ella øvut, so tað er eingin trupulleiki hjá næmingum at koma aftur og fram fleiri ferðir um dagin.