Tíðindi
20.10.2022
Í grundgevingini verður sagt, at í Skúlanum við Løgmannabreyt verður arbeitt miðvíst við at skilja rusk, og í skúlastovum eru heimagjørd skiljiborð, sum eru gjørd úr endurnýtslutilfari.
Hetta, at næmingarnir eru virknir í tilgongdini hevur við sær, at teir gerast tilvitaðar um at skilja rusk, fáa royndir og síggja týdningin av tí, sum gjørt verður.
Á lærarastovuni verður kaffigrugg savnað og lagt út millum trø og runnar í skúlagarðinum.
Saguspønir úr smíðstovuni verða blandaðar við lívrunnið húsarhaldsburturkast og nýtt at gera sankutøð. Vakra árliga jólatræið í skúlagarðinum fer eftir trettanda í eina stóra kvørn, har tað verður malið til stroyggj, eisini kallað ”flis”.
Skúlin hevur toyberiposar fyri at minka um plastposanýtsluna, og skipar hvørja viku fyri útiskúla, har børnini ganga túrar og læra um náttúru, býarrúm og annað, sum tey síggja og uppliva á túrinum.
Næmingarnir í skúlanum rudda eisini javnan rundan um skúlan og hava øll árini verið virknir í árliga ruddingartiltakinum ”Rudda Føroyar”. Tá rudda tey í Hoyvík.
- Vit ynskja Skúlanum við Løgmannabreyt hjartaliga til lukku og fegnast um, at so nógv verður gjørt fyri náttúru og umhvørvi í skúlanum, sigur HUGLA.