Tíðindi
26.04.2025
Kanningar vísa, at nærum helmingurin av øllum burturkasti – eini 40-50 % – er matleivdir. Eisini í einum skúla eru nógvar matleivdir, eitt nú restirnar av øllum matpakkunum, kaffigrumsi og mati av lærarastovuni. Skúlin við Løgmannabreyt hevði ynski um, at nógvu matrestirnar skuldu koma til nyttu sum gróðrarmikil tøðevni ístaðin fyri at verða blandaðar saman við øðrum burturkasti og brent í brenniovninum á Hjalla. Fyri hetta og áhaldandi arbeiðið við umhvørvisspurningum, burðardygd og veðurlagsbroytingum í undirvísing, evnisvikum og verkstaðararbeiði hevur Skúlin við Løgmannabreyt í dag fingið Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Hetta er fimtu ferð, at virðislønin verður latin. Veðurlagsvirðislønin er samstarv millum Føroya Lærarafelag, Betri Pensjón og FNU (Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag). Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har aftrat 25.000 krónur.
Í umsókn síni at vinna Veðurlagsvirðislønina greiðir skúlin gjølla frá, hvussu alt byrjaði, og mannagongdirnar í øllum royndunum, sum eru gjørdar so hvørt, eru væl lýstar. Skúlin hevur gjøgnum árini gjørt ymiskar royndir. Tá ið talan er um matskiljiskipanina, var byrjað við at skilja kaffi frá teimum mongu starvsfólkunum; annað stigið var at taka matleivdirnar uppí. Farið var í gongd eftir summarferiuna í 2021. Komið var ikki rættiliga á lagið at finna røttu loysnina at kompostera, og tí vendi skúlin sær til Umhvørvisdeildina í Tórshavnar kommunu fyri at vita, um kommunan kundi vera við í eini loysn, har kommunan tók ímóti lívrunna tilfarinum og syrgdi fyri, at tað varð komposterað. Men tað læt seg ikki gera; høvuðsgrundgevingin var, at tað ikki ber til at gera eina felags almenna komposteringsskipan vegna vanda fyri útbreiðslu av ridluskriða. Sagt varð, at ein skipan, sum er bygd á, at vanlig fólk skilja mat, kann ikki útiloka, at restir av seyðakjøti koma í mold, har seinni gras fer at vaksa, sum so seyður seinni aftur etur. Við øðrum orðum ein ringrás, sum ger tað møguligt hjá ridluskriða at endurnýggja seg.
Skuldi skúlin halda fram við ætlanunum at kompostera matleivdir, mátti hann sjálvur standa fyri tí. Niðurstøðan var, at vilji var til tað, ikki bara út frá samfelagsnyttuni, men eisini út frá upplýsingar- og læruvirðinum í hesum. Fyrst í 2022 keypti skúlin eina komposteringstrumlu av slagnum “Jorakomposter”, til hitakompostering, ið merkir at komposteringin gongur skjótari. Arbeitt varð eisini víðari við at gera tað høgligari at skilja matleivdirnar. Fyrst var roynt við plastspannum og síðani við stálíløtum, sum hava tann fyrimun, at tey eru lættari at halda rein. Komið varð fram til, at tað hevur stóran týdning fyri komposteringina, at tilfarið er í so smáum bitum, sum til ber, og tí hevur verið arbeitt við at menna ein hátt at skera komposttilfarið sundur við serligum amboði.
Eftir at hava skipað fyri skiljing á lærarastovuni í nakrar mánaðir varð farið undir at fáa næmingarnar upp í skipanina. Til hetta varð arbeitt við at gera serligir skiljivognar, sum vóru hóskandi og praktiskir at skilja matrestir, pappír og reint ólitað plast. Hetta varð roynt í nakrar mánaðir, og samstundis vóru tillagingar gjørdar samsvarandi royndunum, ið so hvørt vóru gjørdar. Nú eru skiljivognar gjørdir til allar skúlastovur. Annað burturkast verður koyrt í vanliga ruskposan.
Frá tí at matleivdirnar verða koyrdar í komposteringstrumluna, til tær verða tiknar úr aftur sum komposteringsmold, ganga umleið tveir mánaðir. Higartil eru tíggjutals fullar hjólbørur við gróðrarmiklari komposteringsmold koyrdar út á lendið kring skúlan. Og tað kemur væl við í tí heldur karga lendinum í Hoyvíkshaganum.
Innsavningin av matleivdum fer fram eina ferð um vikuna, og hon verður gjørd av einum skiljiliði, sum er mannað við næmingum og lærara. Tey, sum eru í skiljiliðnum, fáa okkurt afturfyri. Ein týdningarmikil partur í allari tilgongdini hevur verið at upplýsa og kunna um týdningin av at skilja burturkast og at kompostera. Hetta er bæði galdandi fyri lærarar og næmingar. Arbeitt verður eisini við, at skúla tey, sum eru í skiljiliðnum, serliga væl og geva teimum møguleika at vera ambassadørar hjá skúlanum í hesi verkætlan.
Skúlin ger eisini annað umhvørvisarbeiði í skúlanum, eitt nú planta trø og runnar kring skúlan, seta epli niður, klekja høsnarungar og annað. Í lærugreinini “Íverksetan“, sum er vallærugrein í hádeildini, hevur seinastu árini verið arbeitt við matoyðsli, m.a. við íblástri úr bókini “Matur – okkara virðismikla tilfeingi”, sum Sanna A. Dahl og Gunnhild D. Niclasen hava skrivað, og góðar verkætlanir eru gjørdar. Eisini hevur verið arbeitt við at endurnýta klæðir.
VIT YNSKJA SKÚLANUM VIÐ LØGMANNABREYT HJARTALIGA TIL LUKKU VIÐ VIRÐISLØNINI!