Tíðindi

Skúlin skal ikki halda seg aftur at geva foreldrum góð ráð

- Fáa foreldur vegleiðing og ráð, so lurta tey; skúlin eigur at seta kikaran á, at foreldur gera stóran mun, og at tað eisini liggur á teimum at síggja til, at børnini kunnu gerast betri lesarar, hóast vit øll hava ymiskt støði at byggja á, sigur Karolina Matras, námslektari.

09.01.2017

At foreldur hava stóran týdning fyri menningina hjá barninum, er sjálvsagt, ikki minst fyri málsligu menningina. Gransking, sum er gjørd í Århus fyri stuttum, vísir, at tað at lesa saman við børnum heima hevur ovurhonds stóran týdning.

Tað er gott hjá foreldrum at vita, hvussu barnið ognar sær málið, og tað er eitt nú uppgávan hjá skúlanum at greiða foreldrum frá hesum, heldur Karolina Matras, granskari og námslektari í sálarfrøði og mál- og lesimenning.
- Nógv av tí, foreldur gera saman við børnum sínum, er ótilvitað. Málið er so mikið týdningarmikið, at tað er umráðandi, at foreldur vita, hvussu barnið lærir mál; eitt høvi er at greiða frá á foreldrafundum, hvussu málið hjá barninum mennist, hvat foreldur kunnu gera, nær tey kunnu at byrja at lesa, ríma og ramsa og so framvegis; flestu foreldur eru takksom fyri at fáa góð ráð og vitan, tí øll foreldur vilja børnum sínum tað besta. Skulu vit veruliga taka støði í barninum, sum vit tosa um, mugu vit gera tað í verki og vera ítøkilig, til dømis vísa foreldrum á ávísar bøkur, tey kunnu lesa saman við barninum og so framvegis.

Varpar skúlin ljós á týdningin at lesa fyri børnum heima, so fáa foreldur týðiligari væntanir um, at børnini duga at lesa.
- Skúlin skal ikki halda seg aftur at geva góð ráð; fáa foreldur vegleiðing og ráð, so lurta tey; skúlin eigur at seta kikaran á, at foreldur gera stóran mun, og at tað eisini liggur á teimum at síggja til, at børnini kunnu gerast betri lesarar, hóast vit øll hava ymiskt støði at byggja á.

Lesið samrøðu við Karolinu Matras í Skúlablaðnum, sum kom í desember.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni