Tíðindi
19.11.2024
Fyri góðari viku síðan varð greitt, hvør skal mynda bygdarráðini og býráðini runt landið.
Valdagar eru í sjálvum sær serligir, teir eru altíð spennandi, og tað er eitt serligt huglag á lærarastovuni, í flokshølinum – ja, allastaðni, har vit førka okkum. Vit práta við smá og stór um val, hugsanir og ynski um tað, ið kann gerast øðrvísi.
Eitt upplagt høvi hjá okkum at varpa ljós á fólkaræði, valskipanir og annað í undirvísingini. Á nógvum økjum er skúlin valstaðið í bygdini, tískil er upplagt at undirvísa í júst hesum.
Tað var sanniliga stuttligt at fylgja við miðlunum á valdegnum, tá fleiri lærarar høvdu leitað sær í valhølini við næmingum, so teir skuldu síggja, hvussu eitt val fer fram.
Sera týdningarmikil lærdómur, sum næmingarnir hava fingið við sær á lívsleiðini.
Hvussu skúlin so verður raðfestur komandi fýra árini verður spennandi at síggja, men vit kunnu skjótt ásanna, at tað hevur týdning, at skúlin verður raðfestur, tí skúlin er savnandi fyri bygdirnar umframt at vera savnandi er skúlin, í nógvum førum, grundarlagið undir trivnaðinum í bygdini.
Skúlin er fyrsta stigið á lívsleiðini hjá okkum menniskjum, tá tað kemur til skúlaskap.
Tað er í fólkaskúlanum, at vit fáa okkara fyrsta prógv, sum vit skulu brúka at fáa atgongd til lívið. Tað er her, at grundarlagið verður lagt. Vit læra at vera saman við øðrum, hvussu vit eru mótvegis hvørjum øðrum og sjálvandi alt tað fakliga viðførið, ið vit taka við okkum og brúka restina av lívinum.
Skúlin gevur okkum møguleikar, og hann er við til at tryggja grundarlagið fyri, at fólk framhaldandi vilja vera búgvandi. Uttan ein skúla er ofta trupult at fáa fólk at flyta til bygdirnar, tí børnini skulu aðrastaðni at ganga í skúla. Øll hava vit eina relatión til skúlan.
Skúlin er eitt savningarstað, har bygdafólkið skal kenna seg væl. Skúlin verður brúktur til ymisk sosial tiltøk, til framførslur, fundir og so framvegis; hetta ger, at alt bygdafólkið kennir seg væl í skúlanum, og ger, at øll kenna eina ábyrgd av skúlanum, og at hann verður væl viðfarin. Hetta er við til at styrkja lokalsamfelagið. Vit lærarar skipa fyri jólahaldum, framsýningum og nógvum øðrum, og her er tað aftur skúlin, sum er karmur um tiltøkini.
Tá tað kemur til trivnaðin hjá børunum síggja vit, at eitt, sum nógv verður tosað um, er útiøki og skúlagarðurin. Tað er gott, at spælipláss verða raðfest høgt, tí tað gevur næmingunum møguleika at menna og stimbra sansirnar og eggjar teimum at fara út í fríska luft, tá fríkorter o.a. eru.
Kommunan syrgir eisini fyri, at undirvísingartilfar, bøkur og annað javnan er dagført. Hetta er grundarlagið undir læringini. Vit eru heppin, tí vit hava nógv gott upprunaføroyskt tilfar, sum hóskar seg til akkurát okkara tørv, so tað hevur týdning, at tað eru júst hetta tilfarið, ið er at finna úti í skúlunum.
Umframt hetta er kommunan við til at tryggja eitt gott, fjølbroytt skúlabókasavn, møguleikarnar at fara á seturskúla, útferðir, gott tíðarhóskandi innbúgv og so framvegis.
Uppgávurnar hjá kommununum eru tískil nógvar, tá tað kemur til at skapa ein góðan skúla.
So góðu tit, ið eru vald at stýra kommunum runt landið, til lukku við valinum, blíðan byr, og minnist til, skúlin er hjartað í bygdini.