Tíðindi
07.02.2022
Hægsta tímatalið í 7., 8., og 9. flokki eigur at verða lækkað til 6,4 svarandi til 32 tímar um vikuna. Tað halda Arina Joensen og Tóri Hallgrímsson, ungdómstinglimir, og næmingar í Kollafjarðar skúla. Tey halda, at tað eru nógvar orsøkir til, at tað er eitt gott hugskot at stytta skúlavikuna.
- Tað er ikki gott at vera í skúla ov leingi, man kann missa mótið og ikki orka at gera nakað í skúlanum. Man byrjar at verða móður umleið kl. 12.00, og so orkar man ikki at arbeiða meira tann dagin. Tað verður bara verri og verri so hvørt, sum vikan gongur. Tað ber ikki til at sleppa undan møði, og verður møðin fóðrað, kann hon gerast til strongd, og í ringasta føri til angist. Angist stríðast heilt nógvir tannáringar við, og orsakirnar eru mangan at finna í tí, at tey ikki kenna seg makta krøvini í dagligdegnum.
Tey lýsa hetta við tveimum dømum:
Ein næmingur í 8.flokki orðar seg soleiðis: Tá man gekk í 1. til 3. flokki, gleddi man seg til at koma í skúla, men eldri man bleiv, blivu lektiurnar og skúlatímarnir bara verri og verri. Tá verður man kroystur, tí aftan á skúlatíð er t.d. hondbóltur, og so ger man lektiur, og so er dagurin liðugur. Fleiri næmingar klára ikki tað, og tá kemur tunglyndi og angist.
Ein annar næmingur sigur soleiðis: Vit hava fimm skúladagar í vikuni. Mánadag, týsdag og mikudagin hava vit átta tímar og so hósdag seks og fríggjadagin fimm tímar. Mánadag hevur man nógva orku frá vikuskiftinum, men so við og við er orkan uppi, og man sløknar. Summir næmingar leggja seg fram á borðið og sovna næstan, og aðrir royna at fylgja við, men tað, ið lærarin sigur, gevur onga meining.
Arina Joensen og Tóri Hallgrímsson halda, at tað ber til at loysa hetta við at stytta skúlavikuna.
- So fáa vit meira tíð til bæði lektiur, frítíðarítriv og persónliga umsorgan, sum er júst tað, ið samfelagið ynskir, eftir tí sum bæði fólkaskúlalógin og onnur viðkomandi tilmæli siga.
- Fyri at kunna lækka tímatalið í hádeildini, verður uttan iva neyðugt at lúka burtur alt tað einsljóðandi undirvísingartilfarið, ið kemur fyri í fleiri lærugreinum, so sum mállæran í málsligu fakunum, fakta vitan í søgu, landalæru og til deils í samfelagsfrøði eisini, og antin flyta tað til seinni útbúgving ella strika tað. Tað ber til at leggja lærugreinar, ið líkjast nógv í tilfari, saman og stovna eina nýggja lærugrein við hóskandi heiti.
- Skúlin eigur at hava tvílæraraskipan í øllum tímum. Bæði tí, at so fáa fleiri næmingar ta hjálp, ið teimum tørvar, og so verða teir næmingar, ið hava serligan tørv, eisini nógv meira integreraðir í floksdegnum, enn nú.