Tíðindi

Skúlating í skúlanum heldur enn lektiuhjálp

Ein skúli í Noregi gongur nýggjar leiðir at fyri at røkka málinum, sum er, at næmingarnir skulu fáa bestu hjálpina til skúlatingini.

06.07.2016

Tað er Møhlenpris skúli í Bergen, sum hevur sett eina skipan í verk, har tað er ein kontaktlærari, sum hjálpir næmingunum við skúlatingunum. Skipanin er frá fjórða til og við sjeynda flokk; hon ber í sær, at næmingarnir gera skúlatingini í skúlanum í floksstovuni, sum teir vanliga halda til í, og at kontaktlærarin er til staðar at hjálpa teimum. Við hesum er tað einki longur, sum eitur at gera skúlating heima.
- Málið er, at hesir næmingarnir skulu fáa eitt javnbjóðis tilboð og møguleikan at uppliva motivasjón og at megna tað, teir skulu. Tað gera teir nevniliga, tí teir fáa hjálp, tá ið teir standa fastir, sigur Kjartan Navarsete, skúlastjóri.

Hjálpin við skúlatingunum er løgd til tveir skúlatímar beint eftir skúlatíð tveir dagar um vikuna. Tilboðið víkir frá vanligari lektiuhjálp, tí henda hjálpin verður givin í floksstovuni hjá næmingunum, og kontaktlærari, sum næmingarnir kenna, er til staðar alla tíðina; kontaktlærarin kennir hvønn einstakan næming og veit, hvat viðkomandi dugir væl og minni væl, og hvørjar serliga avbjóðingar næmingarnir hava.

Vilja foreldrini heldur, at børnini gera skúlatingini heima, so kunnu tey tað.
- Hóast skúlatingini verða gjørd í skúlanum, er tað umráðandi, at foreldrini fylgja við og vita, hvat hendir í skúlanum. Summi foreldur velja, at børnini skulu gera skúlatingini heima, tí tey vilja hava tamarhald á skúlatingunum; tað er í lagi. Men nógv teir flestu næmingarnir gera skúlatingini í skúlanum, og tað er gott, halda vit, tí so síggja vit, hvat næmingarnir duga væl, og hvørjum teir skulu hava hjálp í.

Norski granskarin í lesing, Thomas Nordahl, hevur sagt, at ”skúlating hava til endamáls, at næmingurin skal føla, at hann dugir. Tí skulu skúlatingini vera uppgávur, sum skulu gerast út frá undirvísingartilfarinum, sum næmingarnir hava, og ymiskum, sum lærarin hevur gjøgnumgingið í skúlanum. Eru skúlatingini hinvegin uppgávur út frá ókendum tilfari, so fáa nógvir næmingar kensluna av ikki at duga. Hetta er ein avbjóðing, tí nógvir skúlar brúka vikuætlan; nógvir næmingar vilja avgreiða vikuætlanina skjótt og síðan gera skúlatingini ella heimaarbeiðið út frá tilfari, sum ikki er gjøgnumgingið í skúlanum. Hetta førir til, at næmingar loysa uppgávur skeivt og ikki fáa nøktandi burtur úr læringini.”
- Hesum vilja vit sleppa undan við at leggja upp til, at skúlatingini verða gjørd í skúlanum; tá kunnu vit betur tryggja, at uppgávurnar verða gjørdar út frá tilfari og undirvísing, sum hevur verið gjøgnumgingin, sigur Navarsete.

Kelda: Utdanning, nr 7, 2016

Mynd: Rannvá Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni