Bloggur
21.08.2023
Soleiðis er heitið á eini stuttari stuttsøgu eftir Hans A. Djurhuus. Talan er um eina vanliga søgu, ið lýsir fyrsta skúladagin hjá einum 7 ára gomlum dreingi. Vit eiga fleiri slíkar í føroyskum skaldskapi.
Tann 7 ára gamli stúrir fyri at fara í skúla. Hann hevur hoyrt, at í skúlanum skulu øll sita still, og tað dámar honum ikki. Honum dámar at vera úti og rokast.
Heima hava tey fyrireikað drongin at byrja í skúla. Tey hava sagt honum, hvussu hann skal bera seg at í skúlastovuni, og tey hava keypt honum amboð til lesing og skriving. Mamman fylgir honum í skúla.
Lærarin tekur ímóti teimum og spyr, um drongurin kennir bókstavirnar. Mamman sigur seg hava roynt at lært drongin, men hon veit ikki, um hann minnist teir. Lærarin er ivaleysur í, at drongurin minnist og fer inn í skúlastovuna við dreinginum og sigur við hini børnini, at tey mugu vera góð við drongin.
Skjótt situr drongurin og fortelur søgur fyri síðumanninum, m.a. at hann eigur hundin Fram, sum er so klókur, at hann dugir at lesa. Lærarin spyr so drongin um bókstavir. Hann spyr, hvørjum djóri hann líkist. Drongurin svarar, at hatta djórið líkist kleyvarkongi. So spyr lærarin um ó. Drongurin kennist ikki við djórið, men heldur tað líkist mest einum rognardrýli. Lærarin sigur, at hann heldur drongin vera nokk so fittan og smílist til hansara. Síðumaðurin fortelur so flokkinum um Fram og hansara klókskap, og til tað svarar lærarin, at so fer Fram læra drongin at lesa.
Dagurin endar við, at lærarin sigur flokkinum frá Sigmundi og Tróndi. Eftir tað minnir hann børnini á, at tann, sum er trúgvur í verki, vinnur fram, tí Gud er við honum.
Heima er mamman spent at frætta, hvussu gekst í skúlanum. Drongurin sigur, at hann dugdi ikki bókstavirnar, men lærarin segði hann at vera nokk so fittan. Mamman sigur, at hann fer at læra bókstavirnar, bara hann leggur sær tað, sum lærarin sigur, í geyma. Drongurin sigur so, at honum dámar væl at ganga í skúla.
Vit kunnu so hóskandi spyrja, hvat vit skulu við eini 100 ára gamlari søgu úr eini heilt aðrari tíð við eini heilt aðrari mentan, ið formaði heilt onnur menniskju enn í dag.
Søgan er áhugaverd, meti eg, tí hon sigur søguna um samspælið ímillum heim, næming og skúla. Hetta samspælið er framvegis aktuelt og hepnast viðhvørt og viðhvørt ikki.
Vit sóu í lesivanakanningunum, at tað serliga er mamman, ið syrgir fyri sambandinum ímillum heim og skúla. Hon minnir barnið á skúlating og at lesa. Pápar verða eisini nevndir sum kveikjarar, men ikki í sama mun sum mammur.
Í søguni síggja vit eina mammu, ið tosar við sonin og tekur hann í álvara. Hon hevur umsorgan fyri honum uttan at gera seg inn á hansara integritet. Hon roynir at fyrireika hann til skúladagin, tí hon óttast, at hann fer at mistrívast í skúlanum.
Stór norsk kanning, sum fevndi um 4458 norsk børn (kunngjørd á www.forskning.no í 2018), ið granskarar fylgdu í trý ár, vísti, at tað hevur jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna hjá barninum seinni í lívinum, tá ið tað megnar fakligu avbjóðingarnar serliga í innskúlingini.
Tað frættist frá lærarum í innskúlingini, at tað hendir meiri enn so, at børn eru ikki skúlabúgvin, tá ið tey koma í fyrsta flokk. Málsligi førleikin er ikki nóg væl mentur. Tey duga ov fá orð og hava ov lítla vitan um verðina uttan um seg. Tey duga ov illa at byggja setningar og duga ov illa at orða seg. Sagt hevur verið, at tað tykist, sum børnini samskifta ov lítið, tvs. brúka málið ov lítið. Møguliga hava tey ongan at tosa við og liva ov nógv í talgilda heiminum. Vantandi skúlabúgvingin darvar innlæringini, tí tey hava ov veikt undirstøði at byggja á.
Henda fyrsta og einasta skúladagin, sum vit hoyra um í søguni, vísir drongurin, at hann dugir at steðga á, tá ið lærarin talar á hann. Hann dugir at fortelja og hevur sera gott hugflog. Hansara vitan og orðfeingi eru eisini í lagi. Hann verður hugtikin av góðu søguni um Sigmund og Trónd og hevur bindindi at lurta. Sostatt hevur hann góðar fortreytir at laga seg til skúlamentanina og at tilogna sær vitan og at læra.
Skúladrongurin verður møttur við góðsku, og hann verður góðtikin, sum hann er. Hann kennir seg væl og í tryggum kørmum, og tað skapar trivnað. Eingin andsøgn er millum heimið og tað, sum hann møtir í skúlanum.
Skúlin og læraraleikluturin, sum høvundurin skrivar fram, vísir ein mann, sum trýr á næmingin og hansara gávur. Hann ivast ikki í, at drongurin minnist bókstavirnar, hóast søgan vísir, at tað ger hann ikki. Eisini dugir lærarin væl at siga søgur, og hann veit, hvat fangar børnini. Lærarin møtir dreinginum, har ið hann er. Skúlin setir krøv um atburð og kunnleika og vitan; hetta firnast drongurin, men lærarin er lagaligur og vísir dreinginum, at eisini hann eigur eitt pláss í skúlastovuni.
Í dagsins skúla eru nógv børn, sum ikki trívast og ikki kenna seg væl í skúladegnum. Tey kenna seg m. a. ikki í samljóði við skúlaumhvørvið, krøvini, samspælið við lærarar og næmingar.
Í almenna rúminum hoyrist javnan, at krøvini til næmingarnar eru ov stór; skúladagurin er ov drúgvur; tey megna ikki at fara upp tíðliga; samspælið í skúlanum er ov krevjandi o.s.f.
Allir hesir trupulleikarnir eru í fokus, og ymsar loysnir verða umrøddar; men minni fokus er á, hvaðani hesir trupulleikarnir munnu stava frá.
Samfelagið er nógv broytt, síðan skúlasøgan varð skrivað; tað sama eru børn og skúli. Men børn trívast framvegis best í tryggum kørmum, har ið tey kenna seg væl; tey trívast best saman við øðrum, ið góðtaka tey, sum tey eru. Góðska og umsorgan eru framvegis hornasteinar í lívsgleði og trivnaði.