Tíðindi
22.10.2020
Týsdagin 10. november, sama dag sum kommunuvalið er, velja foreldur umboð í skúlastýrið í skúlan, har børn teirra ganga.
Eitt skúlastýri verður valt til hvønn sjálvstøðugan skúla í kommununi.
Virksemið í fólkaskúlanum er grundað á samstarv millum skúla og heim, tí er tað sera týdningarmikið, at eitt skipað samstarv er millum skúla og heim, og at foreldur eru við í arbeiðinum at mynda virksemið í tí skúla, har børn teirra ganga.
Skúlastýrið er tað forum, har foreldur, umboð fyri kommunustýrið, starvsfólkaumboð og skúlaleiðarin hittast regluliga at viðgera m.a. meginreglur og arbeiðsumstøður, læring og trivnaðarátøk skúlans.
Reglur um skúlastýri eru ásettar í § 50-53 í Fólkaskúlalógini, har uppgávurnar hjá skúlastýrunum eru formliga lýstar.
Mentamálaráðið hevur eina lýsing av heimildum hjá skúlastýrunum og eitt rundskriv um skúlastýri her: http://cdn.lms.fo/media/8634/rundskriv-um-meginreglur-fyri-sk%C3%BAlat%C3%BDri%C3%B0.pdf
Skúlastýrið sum bindilið millum skúla og heim
Virksemið í fólkaskúlanum er grundað á samstarv millum skúla og heim, og er hetta ásett í endamálsgrein fólkskúlans, at arbeiði skúlans verður grundað á samstarv við foreldrini, ”uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja…,” og er hetta samstarv galdandi fyri alt virksemi skúlans bæði við atliti at fakligari og sosialari menning og trivnaði barnsins.
Skúlastýrið hevur tí ein stóran leiklut í hesum arbeiði at áseta meginreglur, at vera bindilið millum foreldur og skúla og samstarvsfelagi hjá leiðslu skúlans at gera fyriskipanir at menna undirvísingarliga og sosiala umhvørvi skúlans. Harumframt at samstarva við kommunustýrið um skúlabygnað og fíggjarligu- og hølisligu umstøðurnar í skúlanum.
Formliga ábyrgdarbýtið í skúlanum
Skúlastýrið skal sambært fólkaskúlalógini áseta meginreglur fyri virksemi skúlans:
· undirvísingarætlan skúlans
· arbeiðsbýtið og vikuætlanina
· samarbeiðið millum skúla og heim
· fráboðan til heimini um úrtøku næminganna
· næmingafráverur
· foreldrafundir, seturskúla, felagstiltøk o.a.
Les meiri á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum www.uvs.fo og hjá Felagnum Heim og skúli www.heimogskuli.fo um skúlastýrisarbeiðið.