Tíðindi

Skúlastýri sum eftirlit og bindilið

Í dag er áhugaverd kronikk í Dimmalætting eftir Anniku Sølvará um skúlastýrisarbeiði. Annika Sølvará hevur verið skúlastýrislimur og er forkvinna í Heimi & Skúla; hon stillaði ikki upp aftur við seinast skúlastýrisval og heldur tí ikki fram sum forkvinna í Heimi & Skúla eftir aðalfundin komandi

03.02.2017

Í kronikkini skrivar Annika eitt nú, at Samstarv styrkir skúlastýrini:
Tað er ásett í lógini, at skúlastýrini eiga at samstarva í økjunum. Hetta hevur verið gjørt í størri og minni mun. Í summum økjum hava skúlastýri hitst eina ferð um árið til fundar. Hesir fundir hava verið skipaðir eftir tørni, so skúlastýrini hava vitjað hvønn annan. Onkustaðni hevur samstarv verið, sum er dottið niðurfyri. Hesir fundir hava bæði verið við og uttan ávísa skrá, onkuntíð við fyrilestri á skránni.

Í heyst tók Tórshavnar Kommuna stig til at savna skúlastýrini í kommununi til fundar við fleiri málum á skrá. Ætlanin er at skipa fyri fundum fyri skúlastýrunum tvær ferðir um árið. Hetta er eitt gott stig, sum heilt vist fer at styrkja samstarvið og økja vitanarspjaðing og førleikar hjá skúlastýrunum.

Tað hevur tó eisini týdning, at skúlastýrini hittast av og á uttan umboð fyri kommununa. Tað eru fleiri mál, sum tørvur er á at samskifta við onnur skúlastýri um uttan at aðrir myndugleikar eru við. Hetta kann bæði vera í økjum og á landsplani.

Um Heim & Skúli, sum er rødd foreldranna, sigur hon eitt nú, at Heim & Skúli hevur umboð í Fólkaskúlaráðnum og hevur eisini luttikið í ymsum arbeiðsbólkum og á fundum við ymiskar samstarvspartar sum t.d. Lærarafelagið, Tórshavnar Kommunu og Ráðið fyri Ferðslutrygd. Felagið fær ymisk lógaruppskot til hoyringar og ger eisini viðmerkingar av sínum eintingum til aktuell mál, t.d. um royndir í skúlunum, um KT-politikk og um rættindi hjá foreldrum og næmingum.

Á nýggjárinum tóku nývald skúlastýri við á teimum gott 40 fólkaskúlunum kring landið. Næstan 300 fólk eru limir í skúlastýrunum. Valskeiðið er 4 ár, eins og fyri kommunustýrini, og valið fer fram, samstundis sum kommunuvalið.

Les alla kronikkina í Dimmalætting, sum er komin í dag.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni