Tíðindi
19.02.2019
Eyðna Magnussen er 51 ára gomul og tók læraraprógv í 1992. Hon hevur drúgvar undirvísingarligar royndir umframt leiðsluroyndir sum varaskúlastjóri í Eysturskúlanum, og hevur frá 1. januar í ár verið virkandi skúlastjóri. Eisini luttekur Eyðna Magnussen í diplomútbúgvingini innan námsfrøðiliga leiðslu á Fróðskaparsetri Føroya.