Tíðindi

Skúlastjórar taka undir við at ætlan um skúlaskifti

Ellivu skúlastjórar fegnast um, at Barna- og Útbúgvingarmálaráðið ætlar, at skúlaskiftið framyvir fer at vera eftir lokna miðdeild ella eftir 6.flokk.

20.01.2025

Henda áheitan er í dag send Barna- og útbúgvingarmálaráðnum:

Vit, skúlastjórar í skúlum við hádeild, fegnast um, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið ætlar, at skúlaskifti framyvir skulu vera eftir lokna miðdeild ella eftir 6.flokk. Gerandisdagurin, næmsætlanirnar og innihaldið í undirvísingini í fólkaskúlum við hádeild eru skipað sum ein samanhangandi heild frá 7.-9.flokk. Tí er tað ein bági fyri ta góðu hádeildina, at næmingar ikki ganga í sama skúla í allari hádeildini. Hetta er løtuni tíverri galdandi í fleiri skúlum við hádeild, ið taka ímóti næmingum frá øðrum smærri skúlum eftir loknan 7.flokk.

Vit, skúlaleiðarar, fegnast um uppskotið til løgtingslóg til broytingar í løgtingslóg um fólkaskúlan, ið leggur upp til, at vit loksins gera upp við tankan um kravdan grundskúla í 7 ár og valfría framhaldsdeild í trý ár. Fólkaskúlin í dag er skipaður í 9 ára kravda skúlagongd í 3 deildum - grunddeild, miðdeild og hádeild- og einum valfríum 10 ári.

Vit heita staðiliga á løgtingið um einmælt at seta hesa broyting í verk, so hádeildir í móttøkuskúlunum kunnu skipast eins skynsamt og samanhangandi, sum í teimum skúlunum, ið ikki eru móttøkuskúlar.

Regin Marnersson, Skúlin á Fløtum

Durita Joensen, Runavíkar kommunuskúli

Berlys Toftadal, Fuglafjarðar skúli 

Ester Poulsen, Skúlin á Giljanesi

Jón Højsted, Kollafjarðar skúli 

Eyðna Magnussen, Eysturskúlin

Kristianna Vinniedóttir, Vestmanna skúli

Jóhan M. Stenberg, Guliskúli

Aslaug Olsen, Sankta Frans skúli

Høgni Joensen, Skúlin við Løgmannabreyt

Hans Petur Jacobsen, Stranda skúli


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni