Tíðindi
04.04.2016
Førleikastovan Sandoy er heitið á førleikastovuni, sum teir fýra skúlarnir í oynni hava tikið stig til. Nýggja førleikastovan byrjaði í hesum skúlaárinum, men enn vantar eitt sindur, fyrr enn hon virkar til fulnar, sigur Betty Hansen, fyrstilærari í Sands skúla.
- Vit arbeiða enn við at skipa førleikastovuna við føstum mannagongdum. Tey, ið taka sær av førleikastovuni, hava eisini verið á kunningarferð aðrastaðni fyri at vita, hvussu arbeitt verður.
Tað eru 4 skúlar í Sandoynni, Sandoyar Meginskúli, Sands skúli, Skopunar skúli og Skálavíkar skúlin. Tilsamans eru 174 næmingar í 1.-10. flokki. Leiðarin á førleikastovuni er serlærari. Í oynni eru serlærari, orðblindalærari og ein lærari við skeiði í AKT.
- Vit hava ikki allar førleikar, sum førleikastovan skal hava. Vit hava fingið undantaksloyvi frá Mentamálaráðnum, soleiðis at ein lærari, sum hevur arbeitt við lesimenning í nógv ár, tekur sær av lesivegleiðingini.
Tímarnir, ið allir skúlarnir í oynni fáa til førleikastovuna, verða lagdir saman í Førleikastovuna Sandoy. Tímarnir verða játtaðir av Mentamálaráðnum; verða teir ikki brúktir, fella teir burtur.
- Tú skalt hava eina førleikastovu ella eina skipan við samstarvi við aðra førleikastovu, um tú ikki skalt missa tímarnar. Áðrenn vit settu førleikastovu á stovn, høvdu vit einans miðfirraðu tímarnar umframt tímar frá Sernámi, og um vit skuldu hava ráðgeving, so fingu vit ráðgeving frá Sernámi. Tørvur er at hava ráðgevingina á staðnum, so nýggja førleikastovan er eitt framstig, hóast vit ikki hava allar førleikar til førleikastovuna. Alternativið er at keypa okkum ráðgeving úr øðrum skúlum, og tað er ikki meiri enn næst best, tí vit liggja eitt sindur fjarskotin.
Betty Hansen vónar, at Førleikastovan Sandoy fer at rigga til fulnar, tá ið eitt sindur er fráliðið.
- Tá ið byrjanartrupulleikarnir eru bastir, rokni eg við, at hon fer at rigga væl og fer at verða stórt gagn fyri okkum. Tað er altíð tørvur á, at lærarar sleppa á skeið; til dømis er tørvur á, at fólkini á førleikastovuni sleppa á skeið at nýta hjálparamboðini til lesiveik og orðblind.
Á myndini er Sands skúli.